7001.10 - Vísindaástøði


Skeiðsnummar
7001.10
Heiti
Vísindaástøði
ECTS
5
Endamál
Endamálið við skeiðnum er fýrabýtt: (1) Tey lesandi skulu fáa innlit í ástøði, hugtøk og fyribrigdi úr evropeiskari vísindasøgu og læra at skyna ímillum tær vísindaligu stevnur, ið mynda vísindaliga kjakið. (2) Tey lesandi skulu læra at vera vandin, tá ið tey lesa og tulka ástøði. (3) Tey lesandi skulu gerast tilvitað um, at ongin gransking er partleys, men at granskingarspurningar harafturímóti altíð taka støði í eini ávísari fatan av, hvat vitan er, og hvussu álítandi vitan fæst til høldar. Og (4) tey lesandi skulu skilja, hvussu vísindaligar frágreiðingar – tilvitað ella ótilvitað – eru knýttar at sjónarmiðum um menning, uppaling, undirvísing og læring.
Innihald
Tey evni, ið verða viðgjørd, eru: 1) Allýsing av vísindaástøði, serliga tá hugsað verður um samfelagsvísindi, ið eru námsfrøðingum og lærarum viðkomandi 2) Viðgerð av vitan og sannkenning, við serligum atliti til hugtøk so sum epistemologi, ontologi, induktión, deduktión og abduktión 3) Viðgerð av hvørji krøv verða sett bæði til vísindaliga og vanliga vitan, við serligum denti á vitan innan lærara og námsfrøðingayrkini – objektivitetshugtakið verður eisini viðgjørt 4) Breið gjøgnumgongd av vesturlendskari vísindasøgu, við serligum atliti til paradigmuástøðið hjá Thomas Kuhn 5) Fjølbroytni og nýggj rák innan vísindi í postmodernitetinum, við serligum atliti til hvussu hesi rák ávirka námsfrøðinga- og lærarayrkini 6) Gjøgnumgongd av úrvaldum vísindaligum stevnum, ið eru lærarum og námsfrøðingum viðkomandi (m.a. positivisma, hermeneutikkur, fenomenologi, konstruktivisma og sosialkonstruktivisma) 7) Ástøðilig viðgerð um hvussu kvantitativ og kvalitativ háttaløg verða nýtt í ymsum vísindaligum samanhangum
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi skriva eina bundna uppgávu. Uppgávan verður skrivað einsæris. Uppgávan er lýst í serstøkum uppgávuskjali. Vit nýta innanhýsis eftirmeting. Próvtal verður givið eftir galdandi próvtalsstiga. Tá ið mett verður um uppgávuna verður hugt at: • Um tann lesandi dugir at draga vísindaástøðiligar frágreiðingar, hugtøk, sjónarmið og fyribrigdi inn í uppgávusvarið • Um tann lesandi megnar at vísa á sambindingina millum vísindaástøði og námsfrøðiligt arbeiði í skúlum og á stovnum • Um tann lesandi nýtir góða og viðkomandi próvførslu • Um uppgávan er væl skipað • Um tann lesandi nýtir greiðan málburð, setningsbygnað og stavseting • Um tann lesandi nýtir vísindaligar keldur og dugir at brúka APA-tilvísingarskipanina
Lestrarlisti
Grundbókin: Jacobsen, Bo ofl. (2009) Vísindaástøði. Sprotin Tilfarssavnið: Rønn, Carsten (2006): Almen videnskabsteori for professionsuddannelserne – iagttagelse, viden, teori, refleksion. Alinea. København. (s. 78-158) Sohlberg, B.-M & Sohlberg, P. (2004, donsk útgáva): Erkendelsens former – videnskabsteori og forskningsmetode. Forlaget Klim. Århus. (s. 37-73) Qvortrup, Lars (2002): Kvalifikationer og kompetencer i netværks- og vidensamfundet. Tikið niður hin 10.08.2010: http://pub.uvm.dk/2002/uddannelse/1.html Klausen, S.H. (2005). Videnskabshistorien i meget korte træk. In Hvad er videnskabsteori. Keypmannahavn: Akademisk forlag. (s. 22-47) Skirbekk, G. & Gilje, N. (1995). Glimt fra nutidsfilosofien. In Filosofiens historie 2. Keypmannahavn: Gyldendal. (s. 291-326) Wormnæs, O. (1991). Vitenskap og rasjonalitet. In Vitenskapsfilosofi (2. útg.) Oslo: Gyldendal. (s. 145-160) Skirbekk, G. & Gilje, N. (1995). Modernitet og krise. In Filosofiens historie 2. Keypmannahavn: Gyldendal. (s. 327-348) Poder, P. (2005). En postmoderne nutid? In Andersen, H. & Kaspersen, L.B. (ritstj.) Klassisk og moderne samfundsteori (3. útg.) Keypmannahavn: Hans Reitzels Forlag. (s. 509-529) Hyldegaard, Kirsten (2006). Videnskabsteori – en grundbog til de pædagogiske fag. Frederiksberg C: Roskilde Universitetsforlag. (s.93-107 – um Positivismu) Pahuus, Mogens (1995). Hermeneutik. Í F. Collin og S. Køppe (ritstj.), Humanistisk Videnskabsteori (S. 111-137). Keypmannahavn: DR Multimedie. Hyldegaard, Kirsten (2006). Videnskabsteori – en grundbog til de pædagogiske fag. Frederiksberg C: Roskilde Universitetsforlag. (s. 39-64 – um fenomenologi) Collin, Finn (1999). Sosialkonstruktivisme – et erkendelsesteoretisk og ontologisk standpunkt. KVAN. (s. 7 - 19) Nielsen, Peder (1999): Michael Foucault. Dansk pædagogisk tidsskrift. (s. 44 – 65) Walle-Hansen, Wenche (2000) Læring. Í Unn Stålsett (ritstj.), Ledelse av skoleutvikling. (s. 190 – 201) Høgskole Forlaget.
Ábyrgd
Poul Fossdal Guttesen