7211.11 - Sálarfrøði fyri lærarar


Skeiðsnummar
7211.11
Heiti
Sálarfrøði fyri lærarar
ECTS
15
Fortreytir
Tann lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildini
Endamál
Undirvísingin í sálarfrøði skal síggjast sum sjálvstøðugur og tó samfastur partur av undirvísingini í námsfrøði og almennari didaktikk. Tey lesandi fáa innlit í nakrar útvaldar tættir í sálarfrøðiligari vísindi, ið hava serligan týdning fyri lærarayrkið. Holl vitan um hvussu børn búnast, læra, hugsa og samskifta skal styðja og vegleiða tí einstaka lesandi, tá ið hesin í framtíðini skal (1) leggja undirvísing til rættis, (2) fremja undirvísing í verki, (3) eftirmeta undirvísing og (4) skjalfesta undirvísingartilgongdir og undirvísingarúrslit. Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu: • gerast greið yvir, hvat eyðkennir sálarfrøði sum vísindi, og hvat eyðkennir tey háttaløg, ið eru miðdepils í sálarfrøðiligum arbeiði • fáa holla vitan um, hvussu børn mennast, og hvussu ávikavist arvur og umhvørvi (eisini skúlaumhvørvi) ávirka hesa menning • gerast tilvitað um, hvussu sambandið millum málmenning og evnini at hugsa og fata eru tengd saman • fáa innlit í nøkur grundleggjandi ástøði, ið geva boð um, hvussu næmingar læra, og hvør skyldskapurin er millum hugtøkini undirvísing og læring • læra at geva sær far um tann logikk, sum okkara skúlaskipan byggir á • skilja tær sernámsfrøðiligu avbjóðingar, ið eru partur av starvinum sum fólkaskúlalærari • fáa royndir at skipa og fremja eitt styttri undirvísingarskeið í annaðhvørt grunddeild, miðdeild ella framhaldsdeild.
Innihald
Skeiðið er skipað í sjey partar. Hvør partur hevur sítt egna evnisinnihald. Partarnir byggja á hvønn annan, og teir verða leinkjaðir sum frá líður. - Sálarfrøðin sum fakøki og vísindi - Menningar- og persónsmenskusálarfrøði - Lærings- og kognitiónssálarfrøði - Mál og málmenning - Sosialsálarfrøði - Klinisk sálarfrøði og inkluderandi pedagogikkur - Starvslæra
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, cooperativar undirvísingartilgongdir, kjakbólkar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, størri og smærri skrivivenjingar og einstaklings- og bólkaframløgur, ið verða skipaðar eftir ymiskum leisti. Lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna • at seta orð á, hvat eyðkennir sálarfrøði sum vísindi, og hvat eyðkennir tey háttaløg, ið eru miðdepils í sálarfrøðiligum arbeiði • at geva eina breiða lýsing av, hvussu børn mennast, og hvussu ávikavist arvur og umhvørvi (eisini skúlaumhvørvi) ávirka hesa menning • at skilja ímillum og at samanbera ymisk grundleggjandi læringsástøði og duga at kjakast um, hvussu næmingar læra, og hvør skyldskapurin er millum hugtøkini undirvísing og læring • at greiða og greina tann logikk, sum okkara skúlaskipan ella skúladiskursur byggir á • at meta um sína egnu persónsmensku, og hvat ein sjálvur serliga skal arbeiða við fyri at gerast ein góður lærari • at leggja eina undirvísingarætlan til rættis, ið bregdar saman sálarfrøðiliga vitan og ítøkiligar didaktiskar ætlanir og grundgeva fyri, hvussu ein ítøkilig undirvísingartilgongd kann skipast. T.e. hví velji eg at arbeiða við júst hesum evni, innihaldi, undirvísingarhátti og eftirmetingarleisti í júst hesi lærugreinini í júst hesum flokkinum? • at fremja eina ítøkiliga undirvísingarætlan í verki og meta við kritiskum eyga um, hvat gekk væl; hvat gekk minni væl; hví tað gekk, sum tað gekk; og hvat ein kann gera øðrvísi eina aðru ferð.
Próvtøkuháttur
Eftir skeiðið skulu tey lesandi skrivað eina spurdómsstýrda próvtøkuuppgávu/synopsis. Próvtøkuuppgávan/synopsan verður skrivað í felagsgreinini sálarfrøði, námsfrøði og almennum didaktikki og skal annaðhvørt taka støði í ella vísa til starvslæruna. Próvtøkuuppgávan/synopsan verður neyvari lýst í sjálvstøðugum skjali. Spurdómsstýrda próvtøkuuppgávan/syposan skal verjast munnliga og verður mett eftir 13-stiganum. Vit nýta innanseturs próvdómarar. Tá ið mett verður um uppgávuna og munnligu framløguna verður hugt at: • hvussu tey lesandi megna at nýta sálarfrøðilig, námsfrøðilig og didaktisk ástøði og hugtøk, tá ið tey svara trupulleikaorðingini • hvussu tey lesandi megna at knýta ástøðiliga partin og starvslæruna saman • hvussu tað hepnast teimum lesandi at skriva og skipa uppgávuna • um tey lesandi nýta greiðan málburð, setningsbygnað og rætta stavseting • um tey lesandi gera sær dælt av vísindaligum keldum og duga at nýta APA-tilvísingarskipanina
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Hans Harryson