7357.13 - Móðurmálsdidaktikkur og barna- og ungdómsbøkur


Skeiðsnummar
7357.13
Heiti
Móðurmálsdidaktikkur og barna- og ungdómsbøkur
ECTS
8
Endamál
Málið við skeiðinum er at lýsa móðurmálsdidaktikk úr søguligum og nútíðarligum sjónarhorni og geva næmingunum førleika og amboð at skilja fortreytirnar og tey krøv, sum verða sett til føroysklærugreinina. Eitt úrval av upprunaføroyskum barna- og ungdómsbøkum verða lisnar úr einum móðurmálsdidaktiskum sjónarhorni.
Innihald
Skeiðið er ein gjøgnumgongd av, hvussu føroyskt gjørdist lærugrein í skúlaverkinum, hvat hugmyndagrundarlag lærugreinin byggir á, sum er við til at skapa ein mentanarligan samtekst, sum fakliga innihaldið í lærugreinini er í samspæli við og hvussu hetta ítøkiliga sæst aftur í barna- og ungdómsbókmentum og í lesibókartilfari. Við støði í barna- og ungdómsbókmentum og lesibókartilfari skal tann lesandi fáa fatan av, hvønn leiklut føroysklærugreinin, sum móðurmálslærugrein, hevur sum samleikalærugrein, persónliga, sosialt, tjóðarliga og altjóðarliga. Somuleiðis fær tann lesandi innlit í leiklutin, sum føroyskt hevur fyri almennu vitan næmingsins og hvussu førleikarnir at lesa, skriva, samskifta, meta, greina og tulka, sum teir ogna sær í føroysklærugreinini, kemur teimum til góða í øðrum lærugreinum og í lívinum sum heild. Skeiðið miðar ímóti at gera tann lesandi tilvitaðan um, at føroysklærugreinin gjøgnum mentan og mál er við til at geva næmingunum eitt amboð at siga sína lívssøgu við støði í fortíðini og við førleika at taka við framtíðini.
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður millum fyrilestrarlíknandi dialogiska frálæru, bólkaarbeiði og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi duga at vísa á, greiða frá, meta um og leggja til rættis frálærutilfar og frálærugongdir í barna- og ungdómsbókum úr einum móðurmálsdidaktiskum sjónarhorni. Eisini skal hon/hann duga at meta um fakligu dygdina í valda tilfarinum og hvørji háttaløg og hvørjir eftirmetingarhættir eru egnaðir ella ikki egnaðir til valda frálærutilfarið og undirvísingargongd.
Próvtøkuháttur
Próvmetingin byggir á, at tey lesandi leggja fram bólkaarbeiði í úrvaldum barna- og ungdómsbókum, har tey gera greiðu fyri og meta um: • Móðurmálsdidaktisk viðurskifti í tilfarinum • Háttalagsligar møguleikar og umhugsanir • Eftirmetingarhættir
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan, tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Vár í Ólavsstovu