7364.14 - Bókmentir 1900-1950


Skeiðsnummar
7364.14
Heiti
Bókmentir 1900-1950
ECTS
7
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið tey bæði fyrstu árini á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi fáa innlit í føroyskan skaldskap fyrra partin av 20. øld.
Innihald
Tey lesandi skulu arbeiða við: •at neyvlesa, greina og tulka tekst og seta hann í bókmentasøguligt samanheingi •didaktiskum spurningum og metingum um, hvussu undirvíst verður í hesum tekstum á ymsum stigum í fólkaskúlanum
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin skiftir millum: • Fyrilestrar • Framløgur • Bólkaarbeiði • Sjálvlestur
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu vísa: • at tey duga at greina og tulka føroyskar skaldskaparligar tekstir Við hesari vitan skulu tey lesandi sýna: • at tey duga at greiða frá, hvussu skaldskapurin broytist fyrra partin av 20. øld, og hvat ið eyðkennir broytingarnar • at tey duga at brúka ymisk háttaløg at greina og tulka tekstir í bundnum og óbundnum máli • at tey duga at nýta sína vitan um hesar bókmentir til tess at leggja undirvísing til rættis til ymisk stig í fólkaskúlanum.
Próvtøkuháttur
• Skrivlig próvtøka í tveimum pørtum. Frá kl 08 - 12 og kl 13 – 17. • Annar parturin er verkevni at greina tekst í bundnum máli, hin at greina tekst í óbundnum máli. Bæði verkevnini krevja didaktiska evnisviðgerð.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Jonhard Finnleif Mikkelsen