7367.14 - Starvslæra í linjuni føroyskum


Skeiðsnummar
7367.14
Heiti
Starvslæra í linjuni føroyskum
ECTS
4
Endamál
Málið við starvsvenjingini er at royna skrivliga kjarnuøkið í verki.
Innihald
Starvslæran fevnir um 30 undirvísingartímar í tvær vikur í januar. Vikuna undan starvslæruni leggja tey lesandi undirvísingarskrá til rættis. Undirvísingartilfarið miðar eftir at royna ymiskar grundleggjandi tilgongdir til skrivaðan tekst.
Læru- og undirvísingarhættir
Starvslæra, vegleiðing
Læruúrtøka
Í starvsvenjingini skal hin lesandi vísa, at hon ella hann megnar: - at leggja til rættis miðvísa tekstframleiðslu - at orða greið læringsmál - at gera næmingarnar tilvitaðar um staklutirnar í einum teksti - at leiðbeina næmingarnar í at menna teirra egna tekst
Próvtøkuháttur
Góðkend starvslæra og framløga
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Útflýggjaður við lestrarbyrjan
Ábyrgd
Vár í Ólavsstovu