7384.14 - Kristni og átrúnaður í framhaldsdeildini


Skeiðsnummar
7384.14
Heiti
Kristni og átrúnaður í framhaldsdeildini
ECTS
10,5
Fortreytir
Lesandi, sum ikki hava tikið 7381.12, mugu sjálv seta seg inn í ávís viðurskifti, sum eru partur av hesum skeiði, so sum námsætlan og grundleggjandi religiónsdidaktisk og faklig viðurskifti
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er at brynja tey lesandi til at undirvísa í kristni og átrúnaði í framhaldsdeildini
Innihald
Viðgera námsætlanin við serligum atlitið til støðisførleika krøv, ið eru knýtt at lærugreinini kristnikunnleiki og átrúnaður í framhaldsdeildini. Undirvísingartilfar, ið verður nýtt í kristni og átrúnaði í framhaldsdeildini. Átrúnaður, lívsfatan og siðfrøði. Heimsátrúnaður og lívsákoðanir. Didaktikkur.
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, flokssamrøður, fyrilestrar og starvsvenjing. Lesandi hava møti- og luttøkuskyldu.
Læruúrtøka
Hin lesandi skal megna at: viðgera, meta um og nýta námsætlanina í undirvísingini í framhaldsdeildini, sum viðvíkur kjarnuøkjunum og støðisførleikunum, leita eftir og meta um undirvísingartilfar, ið hóskar undirvísingini í framhaldsdeildini, viðgera og meta um úrvald evni í kjarnuøkinum “Átrúnaður, lívsfatan og siðfrøði”, viðgera heimsátrúnað og líváskoðanir og gera eina samrøðu við ein persón, ið ikki hevur somu lívsáskoðan/trúgv sum tann lesandi.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er grunda á tvær uppgávur, tann fyrra er ein samrøða, meðan hin er ein uppgáva á umleið 10 síður um eitt síðfrøðiligt evni. Samrøðan: Tann lesandi skal gera ein samrøðu við ein persón, ið ikki hevur somu lívsáskoðan/trúgv sum tann lesandi. Tann lesandi skal menna eitt spurnarblað, ið verður góðkent av vegleiðarnum. Spurningarnir skulu hava ein komparativan kvalitet. Uppgávan: Tey lesandi skulu skriva eina uppgávu á umleið 8-10 síður um eitt siðfrøðiligt evni tey sjálv velja. Tey lesandi skulu lýsa og kritisera ymsar meiningar, ið eru knýttar at evninum. Tey lesandi skulu eisini duga at seta evni í ein søguligan og samfelagsligan samanhang.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Sámal Mikkelsen