7444.12 - Burðardyggleiki


Skeiðsnummar
7444.12
Heiti
Burðardyggleiki
ECTS
16
Endamál
- at lesandi fáa greiðing á breiða, globala, lokala og relativa hugtakinum “Burðardyggleiki”, sum eitt hugtak, ið viðkemur øllum borgarum - at lesandi skilja hvønn týdning ymsar náttúrligar prosessir og ringrásir hava í hesum sambandi - at lesandi gerast tilvitað um og sannkenna týdningin av burðardyggleika í umhvørvisligum, samfelagsligum, mentanarligum og persónligum viðurskiftum og samanhangum, og soleiðis vera før fyri at gera egnar metingar og niðurstøður hesum viðvíkjandi - at lesandi ogna sær didaktiskar førleikar at undirvísa í temanum “burðardyggleiki” - at lesandi venja sjálvsstøðu og sjálvstøðugt arbeiðslag og góð samstarvsevni, bæði saman við undirvísarum og medstudentum á lærustovninum, men eisini við samstarvslærarar og næmingar í fólkaskúlanum í smb. við skúlasamstarv/starvslæru.
Innihald
Skeiðið er skipað í tríggjar størri eindir: • Einum fakligum innleiðsluskeiðið um burðardyggleika, • Einum skúlasamstarvi við parallellum, fakligum kjaki • Og eini skrivligari skúlasamstarvs-greinargerð við munnligari framløgu og verju. Í innleiðsluskeiðnum verður í høvuðsheitum arbeitt við hesum høvuðstemum: • Burðardyggleiki í ESD-skúlum og í føroyska fólkaskúlanum • Ymsar skilmarkingar og fatanir av hugtakinum “burðardyggleiki” • Týdninginum av javnvág í natúrligum ringrásum og prosessum • Burðardyggleiki í føroysku fiskivinnuni • Burðardygg turisma Skúlasamstarvið tekur støði í einum trípartasamstarvi millum lesandi, undirvísarar á NÁD og lærarar og næmingar í fólkaskúlanum. Í hesum skúlasamstarvinum renna ástøði, fakligur kunnleiki og praksis saman í eina eind. Knýtingin er faciliterað av m.a. fyrireikandi fundum undan starvslæruni, kjaki um fakligar spurningar undir starvslæruni í einum serligum, stongdum kjaktorgi, ráðleggingarfundum undir starvslæruni og felags eftirmetingarfundi millum teir tríggjar partarnar. Í skrivligu spurdómsstýrdu samstarvs-greinargerðini (-rapportini) skulu studentarnir grunda (reflektera) um faklig viðurskifti og spurningar frá skúlasamstarvinum.Greinargerðin skal leggjast fram og verjast munnliga. Við til munnligu framløgu og verjuna er teir tríggir samstarvspartarnir. Tilgongdin endar við einum eftirmetingarfundi millum studentar og undirvísarar á NÁD.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísing, upplegg og fyrilestrar frá lærarum og lesandi, og ein størri spurdómsstýrd skúlasamstarvs-greinargerð sum einstaklinga- ella bólkaarbeiði við trimum vegleiðingum í verkætlanar-tíðarskeiðnum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skulu lesandi vísa, at tey megna at menna, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísing og læring, har læruúrtøkan fevnir um vitan, fimi og førleikar at skilja og nýta burðardyggleikahugtakið á einum náttúruvísindaligum grundarlagi, og samstundis megna at didaktisera faklig hugtøk til nýtslu í skúlafakunum, herundir: • At miðla Education for Sustainable Development (ESD) í skúlahøpi • At miðla burðardyggleika-hugtakið í sínum fjølbroytni til næmingar í fólkaskúlanum • At greina og skilja burðardyggleika úr trimum perspektivum: 1. einum økologiskum, umhvørvisligum 2. einum samfelagsligum/økonomiskum 3. einum mentanarligum • at duga at undirvísa í evnum sum  vistskipanum, t.d. fiskastovnum,  ringrásum sum fotosyntesu ella køvievnis-ringrásini,  prosessum í mannakroppinum  byggjan og máan/niðurbróting av fjøllum..  samspælinum millum náttúru og menniskju, økoturismu, burðardygga turismu  etc. • at nýta vunnin evni til sjálvstøðu og persónligar metingar • at duga at samstarva við allar relevantar partar í skúlasamanhangi
Próvtøkuháttur
Lesandi skulu skriva eina størri, skrivliga spurdómsstýrda skúlasamstarvs-greinagerð (lýst í serligum uppgávuskjali), sum tey í smb. við eina munnliga roynd skulu leggja fram fyri undirvísarum og medstudentum. Tað verður givið eitt samlað próvtal fyri bæði munnliga og skrivliga partin. Skrivliga avrikið telur meira enn munnliga framløgan. Stendur lesandi ikki, skal hann skrivað nýggja uppgávu við somu treytum og krøvum sum hin fyrra. Freistin fyri innlatingini til endurmeting verður sett av próvstovuni.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Yvirlit yvir felags tilfarið, sum øll lesandi á skeiðnum skulu lesa, verður útflýggjað við skeiðsbyrjan. Lesandi velja tó sjálv tilfar í sambandi við skrivligu verkætlanaruppgávuna. Hetta tilfar skal góðkennast av undirvísarunum.
Ábyrgd
Mikkjal Petur Fríðálvur Mikkelsen