7449.12 - Náttúran


Skeiðsnummar
7449.12
Heiti
Náttúran
ECTS
12
Endamál
At tey lesandi • fáa grundleggjandi fatan av føroysku náttúruni • kenna møguleikarnar og vandarnar í føroysku náttúruni, so tey kenna seg trygg við at fara út í náttúruna í undirvísingarhøpi • síggja lærumøguleikar í umhvørvinum bæði í og kring skúlan • kenna einfaldar arbeiðshættir innan náttúrugransking • megna at miðla náttúrutilfar fyri ymsum aldursbólkum.
Innihald
• heilsa og trygd • útiskúlar • skráseting og dokumentatión • stereoskopi, mikroskopi og størkingarglas • lyklar at finna fram til djóra- og plantusløg • eygleiðingar bæði úti og heima • miðlan av eygleiðingum og vísindaligum tilfari
Læru- og undirvísingarhættir
fyrilestrar, lærandi spøl, venjingar og feltarbeiði, kunningartøkni, framløgur og orðaskifti.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið megna tey lesandi at: • nýta luppar, stereoskop og mikroskop • at leita sær upplýsingar um hvussu kennast kann munur á fuglum, súgdjórum, plantum, og fiskum • at finna ymisk dýr í moldini • at nýta fjølbroyttar lærutilgongdir úti í náttúruni • at meta um hvørjir vandar kunnu vera úti í náttúruni • at síggja møguleikar fyri náttúruupplivingum í nærumhvørvinum
Próvtøkuháttur
Møti- og aktiv luttøkuskylda er til skeiðið. Tey lesandi hava framløgur, sum skulu vera nøktandi. Allar skrivligar uppgávur skulu vera svaraðar og góðtiknar fyri at standa skeiðið. Um tann lesandi hevur møtt minni enn 80% av tímunum, skal hon/hann standa eina fleirsvara uppgávu við 80 spurningum úr øllum pensum, har í minsta lagi 50 spurningar skulu vera rætt svaraðir.
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
(fullfíggjaður lestrarlesti verður lagdur út á Moodle-stevnuna): Føroya Náttúra Johansen: Føroya Flora Sørensen og Bloch: Fuglar Jens Vestergaard: Soppar Jóannes Rasmussen: Øldir og upphav Viðmælt tilfar: Uppskot til bøkur (Fáast elektroniskt frá Amazon.com): Broda, H.W. (2011). Moving the Classroom Outdoors: Schoolyard-Enhanced Learning in Action. Stenhouse Publishers. US$ 14.15 202 síður McCarthy, S.C. (2011) More than a Nature Journal: Nature Education through Poetry, Storytelling, and Word Games. [Words and Wanderings. Writing in Nature with Children]. SRCM Books. US$ 6.99 73 síður Cornell, J. (1998) Sharing nature with children: the classic parents’ and teachers’ nature awareness guidebook, 2nd ed. Dawn Publications, Nevada City. US$ 9.99 176 síður McCarthy, S.C. (2012). Earth Art: Nature Art Projects for Kids Ages 8-to-14 and their Creative Adults. SRCM Books. US$ 6.99 106 síður Annað viðmælt tilfar: Um útiskúlar: Bentsen, P. (2010). Udvid skolens læringsrum. Skolen i morgen 6: 10-14. Og tilvísingar í greinini. Um heilsu og trygd: Ymsar vegleiðingar aðrastaðni frá, m.a. Skotlandi. Um portfoliu: Leif Strandberg (2013) Vygotski í verki. (brot) Umframt greinar um portfoliu
Ábyrgd
Erla Olsen