7461.13 - Evna- og alisfrøðilig perspektiv í Náttúru og Tøkni


Skeiðsnummar
7461.13
Heiti
Evna- og alisfrøðilig perspektiv í Náttúru og Tøkni
ECTS
15
Endamál
At tey lesandi ogna sær bæði fakligar og didaktiskar førleikar at undirvísa í evna- & alisfrøði, og í tøkni til lærugreinina Náttúra og Tøkni, og at tey brúka náttúruvísindaligar hættir at eygleiða og skráseta náttúrufyribrigdi.
Innihald
Grundleggjandi evnafrøði: Atom, sambindingar, støðuformar (tilstandsformer), brenning, sýrur, lutir og matur. Grundleggjandi alisfrøði: Støddir og mát, evnisnøgd, kreftir, magnetisma, el-læra, orka, orkukeldur og veðrið. Í hesi samband verður eisini nomið við ymsa nýtslu av tøkni. Søvn sum náttúruvísindaligir undirvísingardeplar verður ein høvuðstáttur sum gongur ígjøgnum øll skeiðini á linjuni Náttúra og Tøkni. Í hesum skeiði verður serliga hugt eftir, hvussu framkomin søvn lýsa tað arbeiði sum er farið fram innan evna- og alisfrøði, og hvussu tøknin hevur ment seg gjøgnum tíðirnar. Farið verður á náttúrugripasøvn og náttúruvísindalig søvn uttanlands at síggja, hvussu tey har leggja til rættis tiltøk bæði fyri børn og læraralesandi. Eisini verða føroysku søvnini vitjað, og við støði í, hvat verður gjørt á søvnunum uttanlands verður viðgjørt, hvussu føroysku søvnini kunnu brúkast í skúlahøpi.
Læru- og undirvísingarhættir
Floksundirvísing, venjingar og framløgur. Stórur dentur verður lagdur á venjingar, sum eru grundaðar á tey náttúrufyribrigdi, sum verða viðgjørd í ástøðiliga partinum. Tey lesandi savnast til bólkaarbeiði og útgreining av fyrilestrum, umframt til venjingar. Dentur verður lagdur á, at tey lesandi sjálvi úthugsa venjingar sum kunnu brúkast at lýsa ástøðiliga tilfarið. Framløgudagar skulu tryggja, at tey lesandi venja seg við at leggja fram og nýta framkomna kunningartøkni til framløgur.
Læruúrtøka
1) At leggja til rættis, gjøgnumføra og eftirmeta eina undirvísing har næmingarnir eru virknir, og sum hóskar til tey evni í námsætlanum fólkaskúlans fyri náttúru og tøkni, sum fevna um evna- & alisfrøði, umframt tøkni. 2) At nýta søvn og framsýningar sum part av undirvísingini. 3) At knýta evna- og alisfrøðilig viðurskifti saman við náttúru- og landafrøði. 4) At lýsa og greina grundleggjandi evni innan evna- og alisfrøði umframt tøkni.
Próvtøkuháttur
6 uppgávur verða skrivaðar innan øll trý høvuðsøkini (evnafrøði, alisfrøði og tøkni). Hvør uppgáva skal í stuttum lýsa ta ástøðiligu bakgrundina. Eisini skal hvør uppgáva innihalda 3 venjingarvegleiðingar, ið byggja á ástøðið. Minst ein av teimum 3 venjingunum skal kunna gerast uttanfyri alis-evnafrøði stovuna. Harumframt skulu tær didaktisku umhugsanir, ið liggja aftanfyri tær einstøku venjingarnar, lýsast. Fyri at standa skeiðið skulu allar 6 uppgávurnar latast inn og góðkennast.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan