7545.13 - Svimjilæraraprógv


Skeiðsnummar
7545.13
Heiti
Svimjilæraraprógv
ECTS
6
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi fjøltáttaðar fyritreytir fyri at grundgeva fyri og nýta svimjing í ymiskum námsfrøðiligum samanheingum og fakligt og námsfrøðiligt innlit og verkligt hegni í teimum útbúgvingarpørtum, sum nevndir eru í innihaldinum.
Innihald
• fakdidaktikk í svimjing • tilvenjingar • sansivenjingar • spøl við og uttan amboð • ymsu svimjihættirnir Royndirnar í verkligum hegni fevna um 1. 1000 m frí svimjing, uttan at steðga, í mesta lagi 30 minuttir. Loyvt er at skifta millum ymiskar svimjihættir. 2. 100 m bringusvimjing,100 m crawl, 100 m ryggcrawl, 50 m høga og lága ryggsvimjing og 25 m firvald, har dentur verður lagdur á,at svimjilagið er so rætt, sum til ber. Startir og vendingar verða vístir, sum viðvíkja tí einstaka svimjiháttinum. 3. Leypa av vippu, har minsta kravið er 1m standandi strekt lop, 1m : stoyta seg útí við renningarferð og 4 ymisk lop av vippu, har minst eitt lop er at snara sær á. 4. Sjálvbjargingarskrá við venjingum, ið kunnu nýtast á sjónum og í vøtnum. Lop av vippu í klæðum, lata seg úr útií, hvíldarsvimjing, andøvan/tøvan og flóta í minsta lagi 2 min. 5. Lívbjarging, har tann lesandi uttan at steðga skal klára at : a) svimja 25 m- kava úr tøvingarstøðu eftir einum luti ( 5 kg ), ið liggur á minst 3-4 m dýpi, sum so verður bjargaður 25 m. Svimjarin velur sjálvur svimjihátt. Svomið verður teir 25 m, síðan verður kavað úr tøvingarstøðu loddrætt niður eftir lutinum, og skal svimjarin fáa fatur á honum beinanvegin. b) Kava eftir luti á botni á 3-4 m dýpi, umleið 10 m frá, har tú leypur útí. Síðan bjarga lutinum inn aftur til tromina, har tú leyp útí. Svimjarin skal svimja beina kós móti lutinum. c) Bjarga fólki, ið ímyndar persón uttan vit, 50 m. Tann, sum bjargar, skal vera í klæðum. Tíðin, ið nýtt verður til at bjarga, má í mesta lagi vera 3 min. d) Bjarga móðum svimjara 25 m, vístir vera 2 ymiskir bjargingarhættir. Bjarga sansaleysum fólki, og í hesum sambandi vísa 3 ymisk loysgeringartøk, áðrenn tann neyðstaddi verður hjálptur, sissaður og bjargaður inn til hyljartromina og tikin upp á land. e) gera verkligar royndir í stigvísari fyrstuhjálp á fólk uttan vit.Eisini skal tann lesandi vera førur fyri at geva hjartamassasju á fantom ( dukku ). Haraftrat vita, hvussu trygdarútgerðin í svimjihøllini kann nýtast. Verkligu royndirnar verða tiknar so hvørt tann lesandi metir seg verða føran fyri at standa royndina.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í 40 vikur. Fyrilestrar, bólkaarbeiði, filmir og starvsvenjing við eftirmeting. • Starvsvenjing fevnir um 28 tímar. Eygleiðing 2 tímar. Tey lesandi eru í smærri bólkum og undirvísa 2 tímar hvørja ferð.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi duga at • greiða frá grundreglunum viðvíkjandi rørslum í vatni og royna hesar gjøgnum verkligar royndir. • skipa fyri og royna tilvenjingum útií, spølum við og uttan amboð, bóltspølum, lopum av vippu o.a. • greiða frá og brúka vitan um ítróttarnáms- og frálærufrøðilig evni um virksemi í vatni. • leggja til rættis, gjøgnumføra, eftirmeta og broyta venjingar, ið hóska til børn við serligum avbjóðingum og skúlabørn (starvslæra 28 tímar) • greiða frá teimum reglum, ið eru galdandi á trygdarøkinum,t.d. í svimjihøll og fyrstuhjálp.
Próvtøkuháttur
Próvmetingin í skeiðinum er bygd á starvsvenjing, verkligar royndir og eina spurdómsstýrda uppgávu.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Jógvan Jensen