7004.11 - Barna- og ungdómsmentan


Skeiðsnummar
7004.11
Heiti
Barna- og ungdómsmentan
ECTS
4,5
Fortreytir
Tann lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildini
Endamál
Tey lesandi skulu: • Fáa holla vitan um, hvussu fatanin av børnum og barndómi og hugburðurin til børn og barndóm eru broyttur gjøgnum tíðina. • Verða før fyri at greiða og greina sambandið millum barnafatan og samfelagsskipan. • Ogna sær grundleggjandi vitan um barna- og ungdómsmentanir í nútíðarsamfelagnum. • Fáa ástøðiligt innlit í teir høvuðstættir, ið hava eyðkent granskingina av ungdómsmentanum og –bólkum upp ígjøgnum tjúgundu øld. • Ogna sær vísindaliga vitan um ungdóm viðvíkjandi heilsu og livikor, frítíð og mentan, útbúgving og framtíð.
Innihald
Tey evni, ið verða viðgørd, eru: • Barndómur í søguligum, sosiologiskum og námsfrøðiligum ljósi • Hugtøkini børn og barndómur • Børn sum konstruktión • Barnamentan • Sjónarmiðini hjá børnum og ungum • Hugtakið ungdómur • Lívsstílurin hjá ungdómi • Miðlar, mentan og frítíð • Ungdómur og seinmodernitetur
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin fer fram sum fyrilestrar, kjak/orðaskifti og bólkaarbeiði. Tey lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at: • Lýsa, greina og meta um ymiskar fatanir av børnum og barndómi og granskingarhættir innan hesi øki, sum hava verið uppi gjøgnum tíðirnar. • Lýsa, greina og meta um hugtakið barnamentan og hugtøk, sum eru knýtt at barnsins egnu mentan. • Lýsa, greina og meta um mentanir hjá børnum í dag. • Lýsa, greina og meta um granskinarhættir innan barnsins egnu mentan. • Lýsa, greina og meta um nakrar politiskar fyriskipanir fyri børn og ung, sum eru galdandi í føroyska samfelagnum. Og duga at meta um, hvønn leiklut lærarar og námsfrøðingar hava í hesum høpi. • Brúka sína vitan um ungdóm og ungdómsmentan til at gera kanningar og verkætlanir, sum er viðkomandi fyri yrkið hjá lærarum / námsfrøðingum. • Brúka sína vitan um ungdóm í samfelagsligum ljósi til at skilja mentanina og verumátan hjá ungdóminum betri – og harvið til at skapa eitt betri samskifti við børn og ung á dagsstovnum og skúlum. • Greiða frá og greina ungdómsmentanarlig sjónarmið í almennum og fakligum orðaskifti
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi skriva eina uppgávu. Uppgávan verður skrivað í bólki. Uppgávan er lýst í serstøkum próvtøkuskjali. Vit nýta innanhýsis eftirmeting. Tey lesandi fáa staðið/ ikki staðið fyri avrikið. Tá ið mett verður um uppgávuna verður hugt at: (1) um tann lesandi hevur ognað sær eina heildarfatan av, hvussu barna- og ungdómsfatanin er broytt gjøgnum tíðina, og hvat eyðkennir barna- og ungdómsmentanir í nútíðarsamfelagnum, (2) um tann lesandi hevur greiða og týðuliga próvførslu, sum í stóran mun er grundað á vísindaligar tekstir, (3) um tann lesandi nýtir greiðan málburð, setningsbygnað og rætta stavseting og (4) um tann lesandi dugir at nýta APA tilvísingarskipanina.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Paulina Marjun Poulsen