7009.12 - Lívsáskoðan og siðalæra
Skeiðsnummar
7009.12
Heiti
Lívsáskoðan og siðalæra
ECTS
7,5
Fortreytir
Upptøka á B.Ed-útbúgvingina
Endamál
Endamálið við hesum skeiðinum er tvíbýtt. Í fyrsta lagi er endamálið, at tey lesandi gerast var við og duga at handfara mongu etisku tvístøðurnar, ið stinga seg upp í dagliga arbeiðinum hjá lærarum og pedagogum.
Í øðrum lagi er endamálið, at tey lesandi gerast før fyri at geva børnunum eina kristna og siðalagsliga uppaling, ið virðir grundleggjandi mannarættindi hjá hvørjum einstøkum barni og teirra avvarandi at velja egna lívsáskoðan
Innihald
Grundleggjandi etisk hugtøk
Etiska menningin hjá børnum og ungum
Etiskur yrkisførleiki
Etiskar tvístøður í námsfrøðiligum arbeiði
Tættir í kristnum etikki
Humanisma, ateisma og eksistentialisma
Modernað vísindalig heimsfatan og heimspeki
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði og etisk orðaskifti. Sum luttøkukrav er ásett, at tey lesandi skulu hava verið virkin í etisku orðaskiftunum og hava nýtt ásetttu internetskipaninna til at dokumentera og reflektera yvir teirra sjónarhorn til etiskar tvístøður
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi megna at
• skilja og nýta grundleggjandi hugtøk í vesturlendskum etikki, so sum menniskjavirði, næstrakærleiks-meginregluna, kategoriska imperativið hjá Kant, pligtetikk, nyttuetikk og dygdaretikk.
• á grundleggjandi støði at nýta ástøðilig hugtøk og vísindaligt mál sum amboð fyri at lýsa, viðgera og greina etiskar og mentanarligar tvístøður í kontekstum, sum natúrliga hoyra til arbeiðsøkið hjá pedagogum og lærarum.
• sýna ein etiskan atburð í starvsfólkaorðaskiftum um viðkomandi etisk mál innan teirra yrkisøki, við at
seta seg gjølla inn í evnið og finna egið sjónarhorn til evnið
megna at fara upp á eitt etisk meta-perspektiv
vísa virðing og søkja lærdóm frá sjónarhornum hjá øðrum
• at fremja námsfrøðiligt arbeiði við virðing fyri etiskum rættindum hjá brúkarum
Próvtøkuháttur
Virkin luttøka í einum etiskum orðaskifti, har omanfyri læruúrtøkur verða sýndar í verki.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Jóhannes Miðskarð