7103.11 - Alment føroyskt I


Skeiðsnummar
7103.11
Heiti
Alment føroyskt I
ECTS
9
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Á skeiðnum verða tey lesandi gjørd varug við mest sum allar tættir móðurmálsins í stórum drøgum, soleiðis at tey hava eina almenna vitan um hetta evnið, ið kann dugna teimum í gerandisligum samskifti sum lærarar ella pedagogar. Harafturat er skeiðið ætlað sum grundarlag hjá teimum, ið velja sær føroyskt á linju. Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu • fáa innlit í og arbeiða við grundleggjandi mállæru, so stavsetingarførleikin gerst stinnari • læra at hugsa í bendingarmynstrum og arbeiða skipað við mállæru og tekstum, so førleikin at skriva og meistra ymsar stíllegur verður lívgaður • styrkja sítt málsliga tilvit við m.a. at arbeiða við ymsum tekstum, orðatøkum og máliskum • nøra um orðfeingið, so tey føra seg fram sum fulltiknir móðurmálsbrúkarar
Innihald
Dentur er lagdur á verkligt avrik, men stuðlandi ástøði verður eisini brúkt í royndini at styrkja og gróðurseta kunnleikan til føroyskt. • Orðaflokkar, bending, fallnýtsla, setningsgreining • Málbroytingar, - dømi um slíkar og kjak um, hví tær henda • Orðabókarnýtsla • Víðkan av orðafeingi, t.d. við semantiskum skemum • Skrivað tekstsløg og eyðkenni við teimum ymsu avrikunum • Vitan um stíllegur • Málføri og samfelagsmálnýtsla
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, talvuundirvísing, einstaklingauppgávur o.a.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu lesandi: • hava fingið innlit í grundleggjandi spurningar, ið víkja at føroyskari stavseting, føroyskum orðafeingi og ymsum stíllegum. • duga at skriva føroyskt stavsetingarliga og teknsetingarliga rætt • hava fingið innlit í, hví ávísar villur koma í, og hvussu undirvísingin kann verða løgd til rættis, so at vánir eru fyri, at støðan í fólkaskúlanum rættskriving viðvíkjandi batnar • hava fingið innlit í, at stíllegurnar eru so ymiskar, og at tað ber til at víðka orðafeingið, so tekstur gerst fjølbroyttari. • duga at meta um egið avrik og um avrik hjá øðrum
Próvtøkuháttur
Innanhýsis próvtøka umboðandi setningin, tey hava arbeitt við á øllum skeiðnum. Tey lesandi skulu prógva ein grundleggjandi móðurmálsførleika at virka í føroyska fólkaskúlanum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Jonhard Finnleif Mikkelsen