7236.12 - Filmur


Skeiðsnummar
7236.12
Heiti
Filmur
ECTS
13
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Hugvísindabreytini, og at tann lesandi hevur staðið fyrsta árið á læraraútbúgvingini.
Endamál
Skeiðið er grundskeið í filmsgreining av fiksjónsfilmum og hevur sum fremsta mál: - at búgva tann lesandi til at kunna undirvísa børnum í fólkaskúlanum í filmsgreining. - at gera tann lesandi tilvitandi um tað, sum sermerkir filmar og teirra evni at ávirka okkum - at gera tann lesandi stinnan í at greina filmsmál og filmslistfrøði.
Innihald
Harumframt verður arbeitt við, hvussu undirvísast kann í hesum í fólkaskúlanum. Undirvíst verður í hesum sambandi eisini í at klippa myndir og filmsbrot og framløgu við PowerPoint. Á skeiðinum verða millum annað hesi evni viðgjørd: - Filmsmálið, mállæra myndamálsins, stakmyndin, myndatólsrørslur, litir og ljós, klipping, filmstíð og rúm, ljóð - Filmslistfrøði, aristoteleska og ikki-aristoteleska leiklistfrøðin, frásøgufólkið, dramatiski karmurin og boðskapurin, frásøgufyrimyndir, útseting og karakterir - Filmsgreining, ymisk greiningarsløg, so sum sjangrugreining, o.a. - Frálæra í filmsgreining, klipping av myndum, filmsbrotum og powerpoint-framløga
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin skiftir millum floksundirvísing við lærara, sjálvlestur og munnligar framløgur og skrivlig verkevni, sum bólkar ella einstaklingar standa fyri. Tey lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku
Læruúrtøka
Lesandi, ið hevur staðið skeiðið “Filmur” sum part av B.Ed -prógvi á námsvísinda-deildini, hevur tá ið skeiðið er lokið, fingið grundleggjandi innlit í filmsvísindalig háttaløg. Við hesari vitan skal tann lesandi vísa: - at hann dugir at greina og tulka filmar og skilir ta ávirkan, teir hava. Harumframt skal tann lesandi vísa : • at hann dugir at flætta filmar inn í fólkaskúlaundirvísing • at hann megnar at orða seg vandaliga, hevur gott orðalag og stavar rætt • at hann dugir at skipa undirvísing í filmi á hegnisligan hátt
Próvtøkuháttur
Tey lesandi ( bólkar á 3 lesandi) skriva eitt próvverkevni í viku 51 um film, sum verður eftirmett innan- og uttanhýsis við próvtali eftir galdandi próvtalsstiga. Verkevnið verður grundarlag undir starvsvenjingini, tey lesandi hava í januar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Elin Hentze