7354.12 - Barnabókmentir
Skeiðsnummar
7354.12
Heiti
Barnabókmentir
ECTS
6
Fortreytir
Treytin fyri at luttaka á skeiðinum er, at tann lesandi hevur
staðið 1. og 2. lestrarár á námsvísindadeildini
Endamál
Skeiðið skal geva tí lesandi
• innlit í føroyskar barna- og ungdómsbókmentir, bæði upprunatekstir og týddar
• førleika at meta um og nýta eldri og nýggjari barna- og ungdómsbókmentir í undirvísingini í føroyskum í fólkaskúlanum
Við støði í vanligari bókmentaviðgerð skal tann lesandi
• greina og tulka barnabókmentir og
• ogna sær førleika at leggja til rættis, fremja og eftirmeta fjølbroyttar læritilgongdir, so einstaki fólkaskúlanæmingurin kann mennast við støði í egnum fortreytum.
Tekstur skal skiljast í breiðari týdningi, t.e.alt frá skrivaðum teksti til livandi myndir (skrivaður tekstur, myndir, livandi myndir, hoyrdur tekstur o.a.). Dentur verður lagdur á føroyskt upprunatilfar
Innihald
Skeiðið fevnir um barnabókmentir og ástøði um barnabókmentir. Greining og tulking av barnabókmentum og barnabókin í undirvísingini í føroyskum umframt fakdidaktiskar spurningar (endamál fyri lærugreinina, fakdidaktiskar og –metodiskar hugleiðingar, undirvísingarhættir, eftirmetingarhættir).
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður millum ymsar undirvísingarhættir: fyrilestur, floksundirvísing, verkætlanarstýrt bólkaarbeiði, bólkaframløgur, skrivligar uppgávur, bókaummæli, einstaklingaframløgur o.a.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu ogna sær kunnleika, so tey eru før fyri at
• meta um og nýta eldri og nýggjari barna- og ungdómsbókmentir í undirvísingini
• greina og tulka barnabókmentir
• greiða frá fakdidaktiskum hugleiðingum í sambandi við tilrættislegging av undirvísingartilgongd
• leggja til rættis undirvísingartilgongdir við barnabókmentum við atliti at bæði støðisførleikum og ávegismálum ella endamálunum í námsætlanini
Próvtøkuháttur
Kravt verður, at tey lesandi taka virkin lut í allari undirvísing, lata uppgávur inn, gera framløgur o.a.
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Jonhard Finnleif Mikkelsen