7362.14 - Munnligar mentir, tjóðskapartíðin og barna- og ungdómsskaldskapur


Skeiðsnummar
7362.14
Heiti
Munnligar mentir, tjóðskapartíðin og barna- og ungdómsskaldskapur
ECTS
6
Endamál
Málið við skeiðinum eru trinnanda: 1. At geva teimum lesandi amboð at lesa munnligar mentir sum tekstaslag og førleika at nýta tey greiningaramboð, sum eru hóskilig at lesa hesar tekstir við. Somuleiðis skulu tey lesandi fáa kunnleika til tann leiklut munnligar mentir høvdu í teirri tíð og samfelag, tær vóru til í. Tey lesandi skulu somuleiðis ogna sær amboð at skilja leiklutin munnligar mentir høvdu fyri tjóðartilvitið og seinni tjóðskaparrørsluna. 2. Tjóðskapartíðin verður lisin við tí endamáli at vísa á, hvussu føroyskmælt tjóðartilvit sást aftur í mentanini og skaldskapinum og tann týdning skaldskapurin hevði sum tjóðarbyggjari. 3. Barna- og ungdómsbókmentir verða lisnar við tí endamáli, at tey lesandi læra at skilja, hvønn týdning hesin skaldskapur hevur fyri menningina og samleikagerðina hjá børnum og ungum, bæði søguliga og nútíðarliga. Partur av tekstunum vera grundarlag undir námsferð til Sandoyar og tann lesandi skal ítøkiliga kunna leggja eina skrá, har støð verða vitjað, sum vera umrøddir í tekstunum.
Innihald
Skeiðið er ein gjøgnumgongd av munnligum mentum sum tekstaslag og bókmentasøguligu umstøðunum fyri munnligar mentir. Í gjøgnumgongdini av tjóðskapartíðini verður dentur lagdur á tær bókmentir, sum antin vórðu skrivaðar ella øktur áhugi var fyri í hesum tíðarskeiði. Barna- og ungdómsbókmentir verða lisnar við tí endamáli at lýsa tað lærandi og uppalandi í bókunum, dentur verður lagdur á samleika, persónligan, sosialan og tjóðarligan. Tann lesandi skal ogna sær fatan av í hvønn mun føroysk mentanar- og bókmentasøga er partur av einari evropeiskari siðvenju og menna síni evni at vísa á, hvar serføroysk eyðkenni koma til sjóndar. Samlað skal tann lesandi ogna sær førleikan at velja út viðkomandi frálærutilfar, so næmingar teirra fáa eitt hóskilig og viðkomandi innlit í munnligar mentir, tjóðskaparskaldskap og barna- og ungdómsbókmentir og tíðarskeiðini tey umboða.
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður millum fyrilestrarlíknandi dialogiska frálæru, bólkaarbeiði og studentaframløgur
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi duga at vísa á, greiða frá, meta um og leggja til rættis frálærutilfar og frálærugongdir í munnligum mentum, tjóðskaparskaldskapi og barna- og ungdómsbókmenturm úr einum ástøðiliga grundaðum sjónarhorni. Eisini skal hon/hann duga at meta um fakligu dygdina í valda tilfarinum og hvørji háttaløg og hvørjir eftirmetingarhættir eru egnaðir ella ikki egnaðir til valda frálærutilfarið og undirvísingargongd. Tann lesandi skal eisini vera før/ur fyri at leggja til rættis eina fakliga viðkomandi námsferð, har næmingar læra at knýta tekst og støð og siðvenju at hvør øðrum.
Próvtøkuháttur
Skeiðið endar við einari ritroynd á 3-4 síður. Tann lesandi ger sjálv/ur av, hvar hann/hon leggur høvuðsdentin.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan, tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Vár í Ólavsstovu