7363.14 - Almenn mállæra


Skeiðsnummar
7363.14
Heiti
Almenn mállæra
ECTS
12
Fortreytir
Treytin fyri taka skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið tvey ára lestur á Námsvísindadeildini.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi fatan av bygnaðinum í føroyskum orðalagi, hvussu orð og liðir í setningum laga seg hvørt eftir øðrum umframt, at tey lesandi læra at greina setningar og rætta tekst málsliga
Innihald
Innihaldið í skeiðinum fevnir um: orðalagslæru bendingarlæru rættskrivingingarreglur málbót
Læru- og undirvísingarhættir
Tey lesandi skulu arbeiða við: • at greina setningar, fáa greiðu á bendingarmynstrum, rætta næmingaavrik, bøta um mál í skrivligum avrikum • didaktiskum spurningum um, hvussu undirvíst verður í føroyskum máli á ymsum stigum í fólkaskúlanum • Undirvísingin skiftir millum: • lærarastýrda undirvísing • fyrilestrar • skrivligar og munnligar venjingar • bólkaarbeiði
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu vísa: • at tey duga at greina setningar • at tey duga føroyska bendingarlæru • at tey duga at greiða frá ymsum stíllegum • at tey duga at brúka føroyskar stavsetingarreglur Við hesari vitan skulu tey lesandi sýna: • at tey duga at rætta skrivlig næmingaavrik • at tey duga at greiða frá rættingunum • at tey duga at brúka ymisk háttaløg í málsligari frálæru
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við fyrireiking Uppgávan er í trimum pørtum. 1- setningagreining 2- eitt mállæruevni 3- ein tekstur at bøta
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Grundbøkur: Davidsen, K. og Mikkelsen (2011). J.: Ein ferð inn í føroyskt. Vestmanna: Sprotin Henriksen, Jeffrei (2010). Orðalagslæra. Vestmanna: Sprotin Andreasen, P. og Á. Dahl (1997). Mállæra Føroya. Tórshavn: Føroya skúlabókagrunnur Henriksen, J. (2004). Bendingalæra. Vestmanna: Sprotin Thráinsson, H., Petersen H., Jacobsen J., Hansen, Z. (2004). Faroese – an overview reference grammar. Tórshavn: Føroya Fróðskaparfelag
Ábyrgd
Jonhard Finnleif Mikkelsen