7385.14 - Kristni og átrúnaður í innskúlingini
Skeiðsnummar
7385.14
Heiti
Kristni og átrúnaður í innskúlingini
ECTS
12
Fortreytir
Treytin fyri at luttaka á skeiðnum er, at tann lesandi hevur staðið
1. og 2. lestrarár á námsvísindadeildini.
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er at fyrireika tey lesandi til at
undirvísa í nøkrum av kjarnuøkjunum í kristni og átrúnaði í
fólkaskúlanum.
Innihald
Námsætlanin til kristni og átrúnað. Átrúnaður, lívsfatan og
siðfrøði. Týðandi bíbliutekstir og frásagnir. Høvuðstættir í kristnari
trúgv, list og mentan í søguligum og nútíðar høpi. Starvsvenjing.
Didaktikkur
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, sjálvlestur, bólkaarbeiði, framløgur, uppgávur, starvsvenjing og samrøður. Lesandi hava møtiskyldu.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er liðugt, skal hin lesandi megna at
• viðgera, meta um og brúka námsætlanina í undirvísingini í innskúlingini, har atlit verður bæði tikið til kjarnuøkini og støðisførleikarnar.
• velja ymisk religióndidaktisk ástøði, ið hóska seg til valdu evnini.
• samanbera og kritiskt viðgera ymisk ástøði, bæði faklig og didaktisk.
• skriva eina sjálvstøðuga akademiska uppgávu
Próvtøkuháttur
Próvmetingin er bygd á tvær uppgávur. Tann fyrra er ein framløga
(15-20 min.) og kjak (10-15) Tann seinna er ein synopsa á 6-8
síður, ið skal verjast móti endanum av skeiðnum. Uppgávurnar eru
nágreiniliga lýstar í skjali, ið tey lesandi fáa.
Endurpróvtøka: Um lesandi ikki stendur skeiðið, skal viðkomandi
til endurpróvtøku. Nærri reglur um hetta verða lýstar seinni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lesnaðurin verður lýstur nærri í skeiðinum.