7392.15 - Bókmentir 1900-1980


Skeiðsnummar
7392.15
Heiti
Bókmentir 1900-1980
ECTS
10
Fortreytir
Lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildina
Endamál
Málið við skeiðinum er at lýsa føroyskar bókmentir úr einum frálærufrøðiligum sjónarhorni. Tey lesandi skulu fáa førleika og amboð at lýsa ymiskar læringarhættir og tíðarskeið og vísa á, hvørjir læringarmøguleikar eru í tekstinum og hvørji tíðareyðkenni síggjast aftur og eru umboðað í skaldskapinum.
Innihald
Skeiðið er ein gjøgnumgongd av føroyskum bókmentum úr bókmentaligum og lærugreinarfrálærufrøðiligum sjónarhorni. Bókmentir, sum eyðkenna ávís tíðarskeið verða gjøgnumgingnar og settar í norðurlendskan og evropeiskan samanhang. Tann lesandi skal gerast tilvitað/ur um, at ymiskir tekstir krevja ymiskar lesihættir, og tey skulu ogna sær evnini at meta um, hvørja tekstmóttøku ávísir tekstir kunnu fáa hjá næmingunum og at leggja undirvísingina til rættis við tí í huga. Tann lesandi skal kunna við støði í lærugreinaligarfrálærufrøðini greina og tulka tekstir úr øllum sjónarhornum og øllum lesihættum og seta hann í ein tíðar- og ráksamanhang.
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður millum fyrilestrarlíknandi dialogiska frálæru, bólkaarbeiði og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi duga at vísa á, greiða frá, meta um og leggja til rættis frálærutilfar og frálærugongdir í bókmentaligum lestri. Eisini skal hon/hann duga at meta um fakligu dygdina í valda tilfarinum og hvørji háttaløg og hvørjir eftirmetingarhættir eru egnaðir ella ikki egnaðir til valda frálærutilfarið og undirvísingargongd.
Próvtøkuháttur
Talan er um einstaklingapróvtøku.Tann lesandi fær ókendan tekst, sum umboðar tíðarskeiðið og lisna tilfarið. Tann lesandi skal velja millum úrval av próvtøkutekstum og svara settari próvtøkuorðing. Veljast kann millum ymiskar tekstir, sum umboða ymisk tekstasløg. Hann ella hon skal kunna greina og tulka og seta tekstin inn í ein tíðar-, sjangru- og ráksamanhang. Lærugreinarfrálærufrøði skal vera ein partur av svarinum, sum svarar til áleið 20 %. Tann lesandi fær uppgávuna setta 48 tímar áðrenn innlating. Uppgávan verður sett og latin inn talgild.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Vár í Ólavsstovu