7448.12 - Lestrarferð


Skeiðsnummar
7448.12
Heiti
Lestrarferð
ECTS
2
Endamál
Málið við lestrarferðini er, at lesandi uppliva øðrvísi náttúruviðurskifti, men eisini at lesandi fáa fatan av ymiskleikanum í hvussu samspælið millum náttúruviðurskifti og mentanir kann verða skipað. Annað endamál við lestrarferðini er at brúka upplivingar í fremmandari náttúru sum íblástur til hugleiðingar (refleksión) um náttúrufaks-didaktikk, herundir “úti”-didaktikk, og hvussu íblástur og hugleiðingar kunnu brúkast í “heimligum” samanhangum. Á lestrarferðini skulu lesandi eisini vitja fólkaskúlar og aðrar undirvísingarstovnar. Hesar vitjanir skulu fyriskipast so, at tær hava relevans fyri útbúgving teirra lesandi. Lesandi standa sjálv fyri stórum parti av fakligu fyrireikingunum og tilrættaleggingini av lestrarferðini, og hava eisini skyldu til at eftirmeta og viðgera faklig viðurskifti frá lestrarferðini, tá tey eru komin heimaftur. Hetta merkir m.a., at tey skulu skriva eina frágreiðing frá lestrarferðini, sum bæði snýr seg um didaktisk, náttúrufaklig viðurskfti og upplivingarpartin.
Innihald
Innihaldið á lestrarferðini snýr um eitt náttúrufakligt tema, t.d. geologi, geotermiska orku el. líkn. Á ferðini skulu tey lesandi loysa nakrar smærri uppgávur, sum frammanundan eru avtalaðar. Hesar uppgávur snúgva seg um samfelags-, mentanar- og náttúruviðurskifti á ferðamálinum, og skulu ganga inn í ferðafrágreiðingina, sum verður skrivað aftaná ferðina. Á ferðini er vitjan av einum, tveimum lokalum fólkaskúlum eitt krav, eins og vitjan á læraraskúla ella universiteti eisini skal vera á skránni. Hesar vitjanir skulu eisini vera partur av endaligu frágreiðingini frá lestrarferðini. Lestrarferðin kann vera hildin í Føroyum ella einum av hinum Norðanlondunum ella Skotlandi, og varir í mesta lagi eina viku.
Læru- og undirvísingarhættir
Lesandi standa sjálv fyri tí mesta arbeiðnum í smb. við lestrarferðina. Undirvísararnir eru tó alla tíðina tøkir til íblásturs, og sum vegleiðarar.
Læruúrtøka
Umframt, at tey lesandi venja evnini at fyriskipa einum tiltaki sum eini lestrarferð, fáa tey eisini aðra læruúrtøku av ferðini, t.d. • gjøgnum praksisformar innan nátturufaks-didaktikk á fremmandu skúlunum at ogna sær fjølbroyttari fakligt grundarlag og didaktiskar handlimøguleikar í egnari undirvísing • ogna sær kunnleika til aðrar skúlaformar, og at læra av teimum • at brúka øðrvísi náttúruupplivingar sum komparativt grundarlag í egnari, heimligari undirvísing • at síggja formar av samspælinum millum mentan og náttúru í vitjaða landinum, og brúka hesa nýggju vitan í egnari undirvísing • at ogna sær kunnleika til læraraútbúgving aðrastaðni enn í Føroyum, tá lestrarferðin gongur út um landoddarnar
Próvtøkuháttur
Til tess at standa henda part verður kravt, at hin lesandi er við á lestrarferðini og loysir uppgávukrøvini, sum eru sett á ferðini og aftaná, at komið er heim aftur.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tilfar til lestrarferðina fevnir vanliga um skrivligt tilfar, í vavi svarandi til 2 ECTS, sum tey lesandi hava lisið í smb. við fyrireikingarnar. Hetta tilfar verður skiftandi frá ári til ár, alt eftir hvar ferðamálið er.
Ábyrgd
Mikkjal Petur Fríðálvur Mikkelsen