7514.11 - Handarbeiði - djúphugsan og faklig menning
Skeiðsnummar
7514.11
Heiti
Handarbeiði - djúphugsan og faklig menning
ECTS
10,5
Endamál
Sjálvstøðug menning hjá tí einstaka
Innihald
• Tey lesandi velja sær sjálvi evni innan handarbeiðsfakliga økið. Tey seta sær ein arbeiðssetning og gera spurdóm í samstarv við læraran.
• Arbeitt verður sjálvstøðugt við design og framleiðslu av produkti
• Didaktisk refleksión verður gjørd út frá valda arbeiðsøkinum, og ein ella fleiri undirvísingarætlanir verða gjørdar.
Próvtøkuháttur
• Ein skrivlig einstaklinga uppgáva á 15 – 20 síður, har dentur verður lagdur á sjálvvalda evnið, kreativu prosessina og didaktisku refleksiónirnar.
• Framsýning av arbeiði frá skeiðinum
• Framløga
Eftirmetingin er ekstern, og verður dømt eftir galdandi próvtalsskipan.
Hugt verður eftir:
Um tey lesandi:
• Leggja fram eitt arbeiðsúrslit sum er á høgum fakligum støði.
• Viðgera valda evnið á fullgóðan hátt.
• Seta evnið inn í eina didaktiska hugsan, og leggja til rættis undirvísingartilgongdir til næmingar við ymiskum førleikum.
• Duga at greiða frá skapandi arbeiðsgongdini.
• Duga at velja sær hóskandi keldutilfar
Um uppgávan:
• er væl skipað
• vísir góðan málburð, orðalag og stavseting
• nýtir vísindaligar keldur og APA-tilvísingarskipan