7562.15 - Skart og skreyt av øllum handa tilfari


Skeiðsnummar
7562.15
Heiti
Skart og skreyt av øllum handa tilfari
ECTS
13,5
Fortreytir
Lesandi skulu hava lokið 1. og 2. lestrarár, og hava lokið “Handfaring av maskinum”, frá 1. skeiði
Endamál
Endamálið við linjugreinini er: • at tann lesandi skal fáa grundleggjandi vitan um teir møguleikar, sum liggja í at nýta fjølbroytt tilfar • at tann lesandi skal reflektera yvir undirvísingarmøguleikar, sum kunnu vera innan hetta økið • at tann lesandi skal royna at sniðgeva síni hugskot og koma frá hugskoti til úrslit
Innihald
Arbeitt verður ítøkiliga við tilfari og amboðum. Relevant tilfar verður lisið, og skrivligar og munnligar reflektiónir verða gjørdar. Tann lesandi skal ogna sær breiða vitan um allar teir møguleikar, sum liggja í at gera lutir av øllum handa tilfari, og fáa grundleggjandi didaktiska vitan innan fakøkið.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað soleiðis, at skift verður ímillum fyrilestrar, vegleiðing, einstaklingauppgávur, felagsuppgávur og eksperimenterandi virksemi. Dentur verður lagdur á, at fáa virknar luttakarar, og roknað verður við høgum luttakaravirksemi. Farið verður í starvslæru. Áðrenn farið verður, hevur tann lesandi fyrireikað undirvísing, sum skal roynast í verki. Tey lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku
Læruúrtøka
Við støði í áðurnevndu læru- og undirvísingarhættum skal tann lesandi: • Megna at siga frá: um læruhættir, handverksførleikar, tilfarskunning og vandar, ið kunnu reka á teimum aldurstrinum, undirvíst verður á • Duga at skilja og greina tey evni, sett eru í kortið til ymsu aldursbólkarnar • Vera førur fyri, á tryggan og skynsaman hátt, at leggja til rættis eina undirvísing, fremja hana, og tryggja, at næmingarnir fáa eina læruríka og haldbara heildaruppliving av lærugreinini • Duga at gjøgnumføra eina lærutilgongd í starvslæru
Próvtøkuháttur
Skeiðið endar við skrivligari uppgáva. Skrivað verður einsæris ella í bólki. Uppgávan skal innihalda: • undirvísingarupplegg • fakligt og didaktiskt ástøði, og • Grundan (reflektiónir) um, hvussu starvslæran royndist í verki.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistiverðurútflyggjaðurviðskeiðsbyrjan