7564.12 - Eksperimenterandi virksemi


Skeiðsnummar
7564.12
Heiti
Eksperimenterandi virksemi
ECTS
10,5
Fortreytir
Lesandi skulu hava lokið “Handfaring av maskinum”, frá 1. skeiði
Endamál
Sjálvstøðug menning hjá tí einstaka
Innihald
Innihaldið er býtt í tveir partar: 1. Jarnsmíð og eldsmíð 2. Tann lesandi skal velja sær evni innan smíðfakliga økið. Hann setir sær ein arbeiðssetning og ger ein spurdóm, sum verður lagdur fyri læraran.
Læru- og undirvísingarhættir
1. Næmingarnir skulu fáa grundleggjandi førleikar at fáast við jarn og eld
Læruúrtøka
Við støði í sjálvvaldu uppgávuni skal tann lesandi duga at: • Leggja fram eitt arbeiðsúrslit, sum er á høgum fakligum støði • Viðgera evnið á fullgóðan hátt • Seta evnið inn í eina didaktiska hugsan, og leggja til rættis undirvísingargongdir til næmingar á ymiskum torleikastigum. • Duga at greiða frá skapandi arbeiðsgongdini. • Duga at velja sær hóskandi keldutilfar
Próvtøkuháttur
Skeiðið endar við: • Eini skrivligari uppgávu, sum skal vera 15-20 síður til longdar, har dentur verður lagdur á sjálvvalda evnið, kreativu processina og didaktisku reflektióninrnar. • Eini framsýning av arbeiðnum frá skeiðnum • Eini framløgu
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Skøvset, Siw og Lund, Torbjørn: Projektarbete i skolan, Cappelens Akedemiske Forlag as, Oslo 1996 Bergland, Håvard: Knivsmeden, knivmakerarbeid og smiing, Gyldendal Norsk Forlag AS 2005 Hansen, Mikael: Den store knivbog , Forlaget Klematis A/S 2007 Tekstir
Ábyrgd
Sjúrður Hansen