7732.16 - Leiðsla og fyrisiting í samband við úrvald aktuell viðurskifti í dagstovni og grundskúla.


Skeiðsnummar
7732.16
Heiti
Leiðsla og fyrisiting í samband við úrvald aktuell viðurskifti í dagstovni og grundskúla.
ECTS
5
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á linjuna
Endamál
At brynja tey lesandi at sýna leiðslu í samband við aktuel námsfrøðilig viðurskifti í annaðhvørt grundskúla ella dagstovni.
Innihald
• Økisleiðsla • At leiða foreldrasamstarv • At leiða inklusións-átøk • Toymis-leiðsla • At leiða starvsfólkafundir • At leiða tvørprofessionellt samstarv • 1-3 akutel námsfrøðilig viðurskifti, ið tey lesandi sjálvi velja
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvlestur, fyrilestar, orðaskifti og uppgávuskriving.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna at: - seta orð á avgerandi leiðslu- og fyrisitingaratlit í samband við skeiðsins úrvaldu viðurskifti í annaðhvørt dagstovni ella grundskúla
Próvtøkuháttur
Tann lesandi skal virkið taka lut í orðaskiftum um lisnar tekstir og í undirvísingini annars.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður í samráð við undirvísaran
Ábyrgd
Jóhannes Miðskarð