7008.11 - Lívsáskoðan og siðalæra


Skeiðsnummar
7008.11
Heiti
Lívsáskoðan og siðalæra
ECTS
7,5
Fortreytir
Tann lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at fáa tey lesandi at nema sær grundleggjandi vitan um týdningin av kristna siðaarvinum og modernaðu siðvenjunum í føroyska samfelagnum, og tessvegna eisini í teimum skúlum og stovnum, lærara- og námsfrøðingalesandi útbúgva seg at virka í. Tey skulu 1) nema sær innlit í grundleggjandi tættir í kristnum og modernaðum lívsáskoðanum; 2) læra at hugsa innan skynsemiskarmarnar í hesum lívsáskoðanum; 3) læra at arbeiða við etiskum spurningum inann fyri karmarnar hjá hesum lívsáskoðanum, og á henda hátt læra hví folk koma til ymsar niðurstøður í hesum spurningum; 4) og á henda hátt skilja hvønn leiklut lívsáskoðanir og siðalæra hava í teirra yrki.
Innihald
1) Humanisma, ateisma og eksistentialisma 2) Modernað vísindalig heimsfatan og heimspeki 3) Keldur og røtur í kristnari trúgv og siðvenju 4) Grundleggjandi tættir í kristnari lívsáskoðan: Gud, alheimur og menniskja 5) Kristin trúgv, politikkur og almenna rúmið 6) Grundleggjandi etisk hugtøk 7) Tættir í kristnari siðalæru 8) Kristin trúgv og vísindi 9) Kristin trúgv og óndleiki 10) Globaliseringin og vitanarsamfelagið 11) Vitan, politisk vald og sosialar rørslur 12) Mentan og tað góða lívið Læruúrtøka: Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi - hava skilt hvønn leiklut heilagar skriftir, siðvenja og skynsemi hava í kristnum lívsáskoðanum - hava nomið sær vitan um grundleggjandi tættir í kristnum lívsáskoðanum (so sum alheimsfatan, menniskjafatan og søgufatan), skilja hvønn týdning hesi hava í kristnum lívsáskoðanum, og megna at byggja eitt argument, ið tekur atlit til hesi viðurskifti - skilja og megna at brúka grundleggjandi hugtøk í vesturlendskari siðalæru, so sum kategoriska imperativið hjá Kant, pligtetikk og nyttuetikk. - kenna grundleggjandi tættir í kristnari siðalæru, megna at samanbera hesi við onnur etisk hugtøk, og duga at brúka hesi tá tey viðgera ítøkilig etisk viðurskifti - fáa innlit bæði í sambandið ímillum kristnu siðsøguna og modernaðar siðvenjur og tvídráttir ímillum báðar í nútíðar samfelagnum - hava fingið eina djúptøkna og fjølbroyta fatan av týdninginum, sum humanisman sum heimsfatan og grundreglu hevur havt og framvegis hevur fyri mentan og samfelag í Evropa. - hava ognað sær eina vitan um almennu globaliseringsgongdina í heiminum og at, í hesum konteksti, at megna at kritiskt lýsa sambandið og samspælið millum individ og bólk, lokalt og globalt, mentan/virði og politikkur/lógir. - hava lært at brúka ástøðilig hugtøk og vísindaligt mál sum amboð fyri at lýsa, viðgera og greina etiskar og mentnaraligar tvístøður í kontekstum, sum natúrliga hoyra til arbeiðsøkið hjá pedagogum og lærarum. - megna at fyrireika og samskipa lærugongdir og námsskráir, hvørs endamál er at hjálpa børnum og ungum at hugsa um viðurskifti úr ymsum sjónarhornum, og at síggja hvussu ymsar lívsfatanir og virðir mynda tær niðurstøður fólk koma til.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiðið, bólkavegleiðingar og framløgur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi • hava skilt hvønn leiklut heilagar skriftir, siðvenja og skynsemi hava í kristnum lívsáskoðanum • hava nomið sær vitan um grundleggjandi tættir í kristnum lívsáskoðanum (so sum alheimsfatan, menniskjafatan og søgufatan), skilja hvønn týdning hesi hava í kristnum lívsáskoðanum, og megna at byggja eitt argument, ið tekur atlit til hesi viðurskifti • skilja og megna at brúka grundleggjandi hugtøk í vesturlendskari siðalæru, so sum kategoriska imperativið hjá Kant, pligtetikk og nyttuetikk. • kenna grundleggjandi tættir í kristnari siðalæru, megna at samanbera hesi við onnur etisk hugtøk, og duga at brúka hesi tá tey viðgera ítøkilig etisk viðurskifti • hava fingið innlit bæði í sambandið ímillum kristnu siðsøguna og modernaðar siðvenjur og tvídráttir ímillum báðar í nútíðar samfelagnum – • hava fingið eina djúptøkna og fjølbroyta fatan av týdninginum, sum humanisman sum heimsfatan og grundreglu hevur havt og framvegis hevur fyri mentan og samfelag í Evropa. • hava ognað sær eina vitan um almennu globaliseringsgongdina í heiminum og at, í hesum konteksti, at megna at kritiskt lýsa sambandið og samspælið millum individ og bólk, lokalt og globalt, mentan/virði og politikkur/lógir. • hava lært at brúka ástøðilig hugtøk og vísindaligt mál sum amboð fyri at lýsa, viðgera og greina etiskar og mentnaraligar tvístøður í kontekstum, sum natúrliga hoyra til arbeiðsøkið hjá pedagogum og lærarum. • megna at fyrireika og samskipa lærugongdir og námsskráir, hvørs endamál er at hjálpa børnum og ungum at hugsa um viðurskifti úr ymsum sjónarhornum, og at síggja hvussu ymsar lívsfatanir og virðir mynda tær niðurstøður fólk koma til.
Próvtøkuháttur
Høvuðsuppgávan í skeiðnum, sum tey lesandi fara arbeiða við ígjøgnum alt skeiðið, er ein framløga, sum verður síðstu vikuna í skeiðnum. Í bólkum skulu tey lesandi antin fyrireika eina lærugongd (læraralesandi) ella eina námsskrá (námsfrøðingalesandi) um eitt givið evni (evnini, ið tey lesandi kunnu velja ímillum verður lýst í serskiltum skjalið). Bólkarnir fáa 3 vegleiðingar gjøgnum skeiðið. Í bólkavegleiðingum skal bólkurin samskifta við vegleiðaran um a) tekstirnar, ið tey hava lisið til dags dato, hvat teir snúgva seg um og á hvønn hátt teir eru knýttir at evninum hjá bólkinum; og b) hvussu tað gongst at fyrireika bólkaframløguna, hvat bólkurin ætlar at gera, hvørjar trupulleikar hann er komin í, o.s.fr. Próvmetingin í skeiðinum er bygd á 1) Virkna luttøku í undirvísingini, bólkaarbeiði, o. líkn. 2) Fyrireiking til og uppmøting í bólkavegleiðingar. Áðrenn hvørja bólkavegleiðing, skal a. hin einstaki lesandi senda sínar tekstviðgerðir til bólkaleiðaran, b. bólkurin fyrireika seg til at tosa við vegleiðaran um, hvar hann erstaddur í mun til fyrireikingina av framløguni. 3) Framløgan a. Í framløguni, skal bólkurin lýsavalda evnið í ljósinum av tilfarið, ið bólkurin sjálvur hevur funnið, tekstunum tey lesandi hava lisið og undirvísingini í skeiðnum. Tey lesandi skulu eisini greiða frá lærugongdini / námsætlanini, ið tey hava fyrireika við at brúka didaktisk amboð, t.d. didaktiska frymilin hjá Hiim og Hippe. b. Bólkarnir skulu eisini taka virknan lut í kjakinum eftir hvørja framløgu Evnini, bólkaarbeiðið og framløgan verða nærri lýst í serskiltum skjalið. Innanhýsis próvmeting. Próvtalið er staðið / ikki staðið.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Poul Fossdal Guttesen