7100.13 - Vísindaástøði


Skeiðsnummar
7100.13
Heiti
Vísindaástøði
ECTS
4,5
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at fáa tey lesandi at nema sær grundleggjandi vitan um týdningin og nyttuna av vísindaástøði, vísindasøgu og vísindaheimspeki, umframt at fáa eitt nágreiniligt innlit í vísindaligt granskingararbeiði, serliga viðvíkjandi námsvísindalig evni.
Innihald
• Grundleggjandi allýsingar og avmarkingar – hvat er vísindaástøði? • Evropeiska vísindasøgan – frá Thales til Derrida • Vitan, prógv, sannkenning og veruleiki • Epistemologi og ontologi • Vísindaligar stevnur – positivisma, hermeneutikkur, fenomenologi, konstruktivisma, strukturalisma, o.s.fr. • Paradigmur og paradigmuástøði • Námsvísindalig ástøði og gransking • Vísindalig háttaløg og etisk fyrilit • Logikkur, hypotesur og argumentasjón • Náttúruvísindi og hugvísindi
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið inniheldur: fyrilestrar, kjak/orðaskifti, bólkaarbeiði og framløgur. Bólkaarbeiðið umfatar bæði innanhýsis kjak um ávís viðkomandi evni og framløgur, sum limirnir í bólkunum í felag fyrireika og framføra. Ein stórur partur av skeiðnum snýr seg eyðvitað um sjálvlestur, har lesandi einsæris ella í bólkum lesa pensumtilfar og aðrar viðkomandi bókmentir.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi megna at • greiða frá hvønn leiklut vísindaástøði hevur fyri teirra heimsfatan og mynd av arbeiðinum og gerandisdegnum hjá lærarum og pedagogum • megna at leggja eitt argument ella eina hypotesu fram, sum tekur atlit til grundleggjandi tættir í vísindaligum arbeiði og forkláringum (so sum fatan av sannleika, veruleika, prógvi og áliti) og brúkar lyklahugtøk úr modernaðum vesturlendskum vísindum, so sum positivismu, relativismu, empirismu og rationalismu, í • greiða frá týdninginum, sum hugvísindi sum heimsfatan og grundregla hevur havt og framvegis hevur fyri námsfrøðingar og lærarar • tulka og eftirmeta vísindaliga “vitan” og “granskingarúrslit,” ið møguliga skapa grundarlag fyri námsfrøðiligum ætlanum á námsfrøðiliga yrkisøkinum • á grundleggjandi støði nýta ástøðilig hugtøk og vísindaligt mál sum amboð til at lýsa, viðgera og greina etiskar og mentanarligar tvístøður í kontekstum, sum natúrliga hoyra til arbeiðsøkini hjá pedagogum og lærarum. • skyna ímillum hvussu spurnakanningar, kvalitativ interview, antropologiskar, luttakandi eygleiðingar/kanningar og kontrolleraðar eygleiðingar verða framdar í verki
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein skrivlig uppgáva, sum skal loysast einsæris. Próvtøkan tekur 4 tímar. Øll hjálparamboð eru loyvd. Tey lesandi skulu í skrivligu uppgávuni vísa at tey a. duga at brúka pensumtilfarið á sjálvstøðugan og sannførandi hátt b. duga at skriva ein samanhangandi tekst á einum máli, sum prógvar analytisk og logisk hugsanarevni. Eisini verður hugt at setningsuppbygnaði, málburði og stavseting. c. megna at knýta ástøðilig og praktisk (dømi) viðurskifti saman. d. Duga at gera ein keldulista sambært APA-standardinum.
Próvdøming
Innanhýsis
Ábyrgd
Noomi Reinert í Dali