7396.15 - Bókmentir 1980-2000


Skeiðsnummar
7396.15
Heiti
Bókmentir 1980-2000
ECTS
5
Fortreytir
at tann lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildina
Endamál
Málið við skeiðinum er at lýsa føroyskar bókmentir úr einum frálærufrøðiligum sjónarhorni. Tey lesandi skulu fáa førleika og amboð at lýsa ymiskar læringarhættir og tíðarskeið og vísa á, hvørjir læringarmøguleikar eru í tekstinum og hvørji tíðareyðkenni síggjast aftur og eru umboðað í skaldskapinum.
Innihald
Skeiðið er ein gjøgnumgongd av føroyskum bókmentum úr bókmentaligum og lærugreinarfrálærufrøðiligum sjónarhorni. Bókmentir, sum eyðkenna ávís tíðarskeið verða gjøgnumgingnar og settar í norðurlendskan og evropeiskan samanhang. Tann lesandi skal gerast tilvitað/ur um, at ymiskir tekstir krevja ymiskar lesihættir, og tey skulu ogna sær evnini at meta um, hvørja tekstmóttøku ávísir tekstir kunnu fáa hjá næmingunum og at leggja undirvísingina til rættis við tí í huga. Tann lesandi skal kunna við støði í lærugreinaligarfrálærufrøðini greina og tulka tekstir úr øllum sjónarhornum og øllum lesihættum og seta hann í ein tíðar- og ráksamanhang.
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður millum fyrilestrarlíknandi dialogiska frálæru, bólkaarbeiði og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi duga at vísa á, greiða frá, meta um og leggja til rættis frálærutilfar og frálærugongdir í bókmentaligum lestri. Eisini skal hon/hann duga at meta um fakligu dygdina í valda tilfarinum og hvørji háttaløg og hvørjir eftirmetingarhættir eru egnaðir ella ikki egnaðir til valda frálærutilfarið og undirvísingargongd.
Próvtøkuháttur
Tann lesandi skal lata inn í minsta lagi 5 talgildar talvur, sum hava fjølbroytt innihald, sum verða latnar inn tann dagin skeiðið er liðugt
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
verður útflýggjaður við lestrarbyrjan
Ábyrgd
Vár í Ólavsstovu