7421.11 - Lívfrøði - innleiðsluskeið


Skeiðsnummar
7421.11
Heiti
Lívfrøði - innleiðsluskeið
ECTS
4,5
Endamál
Endamálið við skeiðnum er: • At tey lesandi skulu seta seg inn í lívfrøðiligu skipanina, á fakligum støði eins og tey nema sær kunnleika um hvat undirvísing í lívfrøði fevnir um, og hvørji fakøki í fólkaskúlanum eru umfatað av lívfrøðiligari vitan. • At tey lesandi fáa kunnleika til føroysk heiti til ymisk lívfrøðilig fyribrigdi.
Innihald
Nýggju námsætlanirnar fyri føroyska fólkaskúlan verða viðgjørdar, har serligur dentur verður lagdur á lívfrøðiliga partin í heimstaðarlæru (1.-3. fl.), náttúru og tøkni (4.-6 fl.), lívfrøði (7.-9. fl.), landbúnað (8.-10. fl.) og fiskivinnu (8.-10. fl.). Viðgjørd verða tey ymsu hugtøkini í námsætlanunum, við serligum atliti til tað sum er galdandi innan lívfrøðiøkið. Kjakast verður um lívfrøði sum heild, um fatanina av náttúru og umhvørvi, og um gransking innan undirvísing í lívfrøði. Hugt verður at hvat tilfar um lívfrøði er tøkt á føroyskum, bæði eldri og nýggjari, og hvat tilfar verður brúkt í fólkaskúlanum í dag. Eisini verður hugt at náttúrufatan okkara, so sum hon sæst bæði í fakligum tekstum og í skaldsligum teksti. Hugt verður at hvussu livandi verur verða bólkaðar, alt frá kjarnuleysum verum til stórhval, og tey lesandi fáa vegleiðing í at brúka lyklar, so tey kunnu greina seg fram til ymsar fuglar, fiskar, plantur, soppar, skordýr og lindýr. Vitjað verður á Føroya Náttúrugripasavni og á Sjósavninum.
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið verður skrivlig roynd har tey lesandi skulu kenna sløg. Talan er um framsýning av ymsum plantu-, soppa- og djórasløgum. Eftirmetingarúrslit: Tey lesandi skulu kenna minst 60% av teimum sýndu sløgunum fyri at standa royndina. Skeiðið verður mett staðið ella ikki staðið.