7482.15 - Alis- og evnafrøði 3


Skeiðsnummar
7482.15
Heiti
Alis- og evnafrøði 3
ECTS
15
Fortreytir
Ynskiligt at Alis- og evnafrøði 1 og 2 eru staðin
Endamál
At loyva studentunum at planleggja, gera og eftirmeta eina undirvísingargongd innan alis- og evnafrøði í fólkaskúlanum. Hetta er síðsta av trimum skeiðum av linjulestrinum í alis og evnafrøði í læraraútbúgvingini.
Innihald
Alis og Evnafrøðilig kjarnuøkir: Orka til elveitini Undirvísingin skal fylgja galdandi námsætlan í alis og evnafrøði Vitjanir: • SEV - elorka, elframleiðasla og elveiting. Vitja vindmyllulundina í Húshaga, elverki á Sundi og vatnorkuverkið á Eiði • Nám - Undirvísingartilfar í alis og evnafrøði • Alis og evnafrøði stovurnar og savni í Eysturskúlanum Simulatiónir í alis og evnafrøði, tablets og samvirknar talvur. Námsfrøði: Naturfaglig kompetance
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, egin planlegging, egin undirvísing, egin eftirmeting, skriva uppgávu og vitjanir
Læruúrtøka
Tá studenturin hevur staðið skeiðið skal hann kunna: - Planleggja undirvísing innan alis- og evnafrøði. - Gjøgnumføra undirvísing innan alis- og evnafrøði. - Eftirmeta undirvísing innan alis- og evnafrøði. - Nýta ymiskar námsfrøðiligar hættir at undirvísa eftir innan alis- og evnafrøði. - Rapportera heildarmeting av undirvísingargongd - Hugleiða um sambond millum undirvísingar lærusetningarnar og hvussu teir kunnu síggjast aftur í undirvísing í alis og evnafrøði Sjálvstøðugt luttaka í kjaki um undirvísing í alis og evnafrøði og grundgeva við undirvísingarlærusetningum
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva og munnlig próvtøka (skrivliga uppgávan er lýst í einum serstakum skjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Alisfrøði og evnafrøði 1-3, Pól Jespersen, Føroya Skúlabókagrunnur. Námsætlan, Alis- og evnafrøði 7-9, Mentamálaráðið, feb. 2013. Onnur viðkomandi tíðarrit, greinar og brot úr lærubókum.
Ábyrgd
Bárður Arnsteinsson Niclasen