7561.12 - Grundleggjandi førleikar, el-maskinur og amboð


Skeiðsnummar
7561.12
Heiti
Grundleggjandi førleikar, el-maskinur og amboð
ECTS
12
Fortreytir
Lesandi skulu hava lokið 1. og 2. lestrarár
Endamál
Endamálið í linjugreinini er: • at menna tann lesandi inneftir, so hann kann víðka sína fatan og dugnaskap í lærugreinini • at menna tann lesandi úteftir, so hann kann fáa førleikar at leggja til rættis fjøltáttaða undirvísing til næmingar á ymiskum støði • at geva tí lesandi grundleggjandi vitan um handamboð og el-maskinur • at geva tí lesandi førleikar at nýta el-maskinur og tól vandaliga
Innihald
Dentur verður lagdur á grundleggjandi førleikar og nýtslu av handamboðum og maskinum. Relevant tilfar verður lisið, og skrivligar og munnligar reflektiónir verða gjørdar.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað soleiðis, at skift verður ímillum fyrilestrar, vegleiðing, einstaklingauppgávur, felagsuppgávur og eksperimenterandi virksemi. Dentur verður lagdur á at fáa virknar luttakarar, og roknað verður við høgum luttakaravirksemi. Tey lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku
Læruúrtøka
Við støði í áðurnevndu læru- og undirvísingarhættum skal tann lesandi: • megna at siga frá um læruhættir, handverksførleikar, maskinførleikar, tilfarskunning, trygd og vandar á teimum aldursstigum, undirvíst verður á • Vísa at hon/ hann skilir og dugir at greina tey evni, sett eru í kortið til ymsu aldursbólkarnar • Vera førur fyri, á tryggan og skynsaman hátt, at leggja til rættis eina undirvísing, fremja hana og tryggja, at næmingarnir fáa eina læruríka og haldgóða heildaruppliving av lærugreinini
Próvtøkuháttur
Skeiðið endar við: • Einsæris skrivligari 48-tíma uppgávu, har dentur verður lagdur á viðgjørdu evnini • Einari framsýning av arbeiðnum frá skeiðinum • Framløgu fyri hinum lesandi í flokkinum
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Sjúrður Hansen