7603.14 - Burðardyggleiki

Skeiðsnummar
7603.14
Heiti
Burðardyggleiki
ECTS
15
Endamál
Endamálið er, at lesandi gjøgnum skeiðið fáa breiðan kunnleika um og fatan av hugtakinum “Burðardyggleiki” sum eitt hugtak, ið viðkemur øllum borgarum, og at lesandi ogna sær didaktiskar førleikar at undirvísa í temanum “burðardyggleiki”, herundir at nýta fjøltáttaðar, ymsar læruhættir.
Innihald
Innihaldið á skeiðnum snýr seg um hesi viðurskifti • Menna, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingar-/lærutilgongd sum kann roynast í starvslæru í aftaná burðardyggleikaskeiðið. • Burðardyggleiki í ESD-skúlum (ESD merkir: Education for Sustainable Development), og í føroyska fólkaskúlanum • Ymsar skilmarkingar og fatanir av hugtakinum “burðardyggleiki” • Týdninginum av javnvág í natúrligum ringrásum og tilgongdum • Burðardyggleiki í føroysku fiskivinnuni • Burðardygg turisma • Burðardyggur landbúnaður
Læru- og undirvísingarhættir

Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi duga at: • menna, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingar- og lærutilgongdir um burðardygd • brúka ymsar læruhættir í undirvísingar-/læringshøpi, herundir skipaða nýtslu av sjálvsstøðugum, spurdómsstýrdum verkætlanararbeiði, royndum, savnsvitjanum, eygleiðingum, dokumentatión og ymsum náttúrvísindaligum háttaløgum. • at nýta háttaløg og amboð sum royndir, ekskursiónir og útididaktikk og KST (kunningar og samskiftis tøkni) • brúka sín kunnleika um burðardyggleika-hugtakið, og vitan um náttúrligar prosessir og ringrásir í starvslæruhøpi
Próvtøkuháttur
Lesandi, einsæris ella í bólki, skulu skriva eina størri, skrivliga spurdómsstýrda verkætlanaruppgávu (lýst í serligum uppgávuskjali, har sjálv verkætlanaruppgávan sameinir fak, fakdidaktikk og praksismøguleikar). Stendur lesandi ikki, skal hann skrivað nýggja uppgávu við somu treytum og krøvum sum hin fyrra. Temaið kann vera tað sama til nýggju uppgávuna, men spurdómurin kann ikki vera hin sami. Freistin fyri innlatingini til endurmeting verður sett av útbúgvingar-leiðsluni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Mikkjal Petur Fríðálvur Mikkelsen