7004.13 - Barna- og ungdómsmentan
Skeiðsnummar
7004.13
Heiti
Barna- og ungdómsmentan
ECTS
4,5
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at lesandi ogna sær grundleggjandi vitan um, hvussu fatanin av barndómi og ungdómi er broytt upp gjøgnum tíðirnar, og hvat eyðkennir barna- og ungdómsmentanir í 21. øld.
Innihald
Tey evni, ið verða viðgørd, eru:
• Barna- og ungdómsfatan í søguligum, sosiologiskum og námsfrøðiligum ljósi
• Barn- og ungdómur sum serligt tíðarskeið í lívinum
• Gerandisdagurin, lívsstílurin, sjónarmiðini og avbjóðingarnar hjá børnum og ungum í seinmodernitetinum. (Elektronisku miðlarnir fáa serliga rúmd).
• Tað modernaða barnið/tað modernaða ungfólkið og stovnurin/skúlin
• Granskingarhættir, ið verða nýttir, tá ið ein vil fáa vitan um barna- og ungdómsmentanir
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, smærri skrivligar uppgávur, bólkaarbeiði og bólkaframløgur
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga
• at seta orð á, hvussu barna- og ungdómsfatanir eru broyttar gjøgnum árini
• at geva eina neyva lýsing av, hvat skilir barna- og ungdómsárini frá øðrum tíðarskeiðnum í lívinum
• at meta um mentanir, tilboð, avbjóðingar og rættindi, ið børn og ung hava í Føroyum í dag
• at kjakast um hvørji atlit ein námsfrøðingur/lærari skal taka, tá ið hann arbeiðir við børnum og ungum
Próvtøkuháttur
Við skeiðslok skulu tey lesandi skriva og verja eina stutta uppgávu. Uppgávan verður skrivað og vard í 4-mans bólkum og skal setast saman av einum ástøðiligan parti, sum tekur støði í teimum fýra læruúrtøkunum og einum empiriskum parti, ið byggir á eitt viðtal, ið bólkalimirnir hava havt við føroyskar námsfrøðingar/lærarar, ið arbeiða við børnum og ungum í dag.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan, tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Hans Harryson