7242.10 - Burðardyggleiki


Skeiðsnummar
7242.10
Heiti
Burðardyggleiki
ECTS
18
Endamál
- at lesandi fáa greiðing á breiða, globala, lokala og relativa hugtakinum “Burðardyggleiki”, sum eitt hugtak, ið viðkemur øllum borgarum - at lesandi skilja hvønn týdning ymsar náttúrligar prosessir og ringrásir hava í hesum sambandi - at lesandi gerast tilvitað um, og sannkenna, týdningin av burðardyggleika í umhvørvisligum, samfelagsligum og persónligum viðurskiftum og samanhangum, og soleiðis vera før fyri at gera egnar metingar og niðurstøður hesum viðvíkjandi - at lesandi ogna sær didaktiskar førleikar at undirvísa í temanum “burðardyggleiki” Partsmál fyri spurdómsstýrdu verkætlanar-uppgávuna: Í smb. við spurdómsstýrdu verkætlanar-uppgávuna, er dentur lagdur á sjálvsstøðu og sjálvstøðuga arbeiði teirra lesandi og/ella samstarvsevni, um tey velja at samstarva í bólkum. Dentur verður lagdur á vegleiðing heldur enn vanliga undirvísing í hesi tilgongdini. Partsmál fyri innleiðslukeið: Viku-skeiðið, sum liggur í byrjanini av tilgongdini, hevur til endamáls at lesandi kunnu fáa eina breiða lýsing og fatan av burðardyggleika-hugtakinum, so tey hava fjølgar møguleikar at velja ímillum, tá verkætlanar-evnið skal veljast.
Innihald
Í innleiðsluskeiðnum verður arbeitt við hesum høvuðstemum: • Ymsar skilmarkingar og fatanir av hugtakinum “burðardyggleiki” • Týdninginum av javnvág í natúrligum ringrásum og prosessum • Burðardyggleiki í føroysku fiskivinnuni • Burðardyggleiki í ESD-skúlum og í føroyska fólkaskúlanum • Burðardygg turisma Verkætlanin hevur bæði eitt fakfakligt og eitt didaktsikt innihald, har ein skrivlig, spurdómsstýrd verkætlanar-uppgáva – við temanum “burðardyggleiki” - verður skrivað. Fyrstu vikuna verður arbeitt við spurdómi og avmarkingum, sum skal góðkennast av undirvísarunum. Síðani verður avtala gjørd um tríggjar formellar vegleiðingar, sum verða hildnar í verkætlanartíðini; harumframt kunnu styttri, óformellar vegleiðingar - um avmarkað øki - avtalast. Í verkætlanartíðini verða fýra náttúrufaklig heildagsskeið hildin, umframt tríggjar seinnapartsfyrilestur við relevantum, náttúrufakligum evni.
Próvtøkuháttur
Skrivlig, spurdómsstýrd uppgáva verður skrivað. Uppgávutreytirnar eru neyvari lýstar í serstøkum uppgávu-skjali. Innanhýsis eftirmeting verður nýtt. Próvtal eftir 13-talsstiganum og skrivligt úttalisi verður givið. Uppgávan er staðin, um lesandi fær 6 ella hægri próvtal. Próvtalið verður skrivað inn í próvbók teirra lesandi.