7245.09 - Náttúruvísindalig háttaløg


Skeiðsnummar
7245.09
Heiti
Náttúruvísindalig háttaløg
ECTS
2
Endamál
At lesandi fáa grundleggjandi kunnleika til náttúruvísindasøgu og –háttaløg. at lesandi kunnu fáa sannkenning um sereyðkenni hjá náttúruvísindaligu fakunum, bæði tá talan er um skúlafak og fakið annars. at lesandi fáa byrjandi kunnleika til og royndir við undirvísingar-tilgongdum í fólkaskúlahøpi, har dentur er lagdur á náttúruvísindaligt háttalag og at lesandi ogna sær førleikar í viðgerð av náttúruvísindaligum dátum
Innihald
i. Søga náttúruvísindsins – ein stutt gjøgnumgongd úr søguni hjá alisfrøðini og háttaløg haðani. Harumframt verður arbeitt við nýggjaru søguni hjá lívfrøði og geografi/geologi. a. Úrslitið av degnum skal lýsast í plakatum ii. Náttúruvísindaligt háttalag í skúlahøpi (3 tilgongdir/royndir): a. Sveiggjtíðin hjá einum simplum penduli b. ”Rakettin flýgur longur við vatni í”! c. Samanhangur millum kraft, evni (masse) og rørslu (2. lóg hjá Newton) d. Tilgongdirnar enda við skrivligum undirvísingaruppleggi og viðgerð, har dentur er lagdur á hvussu næmingar sannkenna náttúruvísindalig háttaløg gjøgnum júst hesar tilgongdir ella royndir. iii. Hvussu ”sjálvsfatanin” er hjá teimum trimum skúlafakunum. Undirvísiarnir leggja fram fatanir av lívfrøði, alisfrøði og geografi/geologi sum skúlafakum og ”fakfakum”. a. Lesandi skriva stutt essay, har tey – einsæris – samanfata dagsins faklýsingar. iv. Dátuviðgerð í náttúruvísind. a. Yrkislig (professionel) amboð verða løgd fram og lýst; men dentur verður tó lagdur á rokniark, dátugrunnar og skúla. Arbeitt verður í høvuðsheitum við eksemplariskum dátum.
Próvtøkuháttur
Allar fýra tilgongdirnar (ella temuni) sum eru lýst í brotinum ”Innihald” og uppgávurnar sum hartil hoyra, skulu verða góðkendar av undirvísarunum, skal skeiðið standast. Stendur lesandi ikki uppgávu, skal nýggj uppgáva – sum hin lesandi fær útflýggjaða av undirvísaranum – latast inn til góðkenningar. Undirvísarin ásetur eina nýggja tíð, tá nýggja uppgávan í seinasta lagi skal vera innlatin. Innanhýsis eftirmeting verður nýtt. Próvtalið verður staðið ella ikki staðið