7281.13 - Orka


Skeiðsnummar
7281.13
Heiti
Orka
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini, ella hevur staðið læraraprógv eftir gomlu skipanini
Endamál
At lesandi fáa greiðu á náttúruvísindaligu orku- og effekthugtøkunum, og megna at skipa undirvísing í hesum evni.
Innihald
• Kraft, arbeiði, potentiel og kinetisk orka, effekt, entropi • Orku-ringrásir (veður/veðurlag, vatni, CO2, N, P o.s.fr.) og grundleggjandi evna- og alisfrøðilig viðurskifti • Ymsar orkukeldur, herundir fossilar, varandi orkukeldur og kjarnorka • Orkuumseting í m.a. maskinum • Orkugoymslur • Orkuveiting • Samfelagslig viðurskifti, herundir umhvørvislig • Orkunýtsla í nærumhvørvinum (húskini, skúli, virki/vinnulív...) • Orkutilgongdir í livandi verum, serliga menniskjum • Fotosyntesan
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísing, upplegg og fyrilestrar frá lærarum og lesandi, og sjálvstøðugt verkætlanararbeiði Lesandi hava møtiskyldu til undirvísing, vegleiðing og starvslærutímar. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna at: 1) greiða frá um orku, ymiskar orkuformar og formbroyti millum hesar 2) brúka hesa fakligu vitan kritiskt at meta um samfelagsliga framleiðslu, útbýting (distributión) og nýtslu av orku, og umhvørvisviðurskifti í hesum sambandi 3) undirvísa í orku og orkuspurningum við støði í fakdidaktiskum metingum. 4) menna, inna, gjøgnumføra, eftirmeta og meta um undirvísingar- og læruings-tilgongdir í fólkaskúlahøpi.
Próvtøkuháttur
Lesandi, einsæris ella í bólki, skulu skriva eina størri, skrivliga spurdómsstýrda verkætlanaruppgávu (lýst í serligum uppgávuskjali og sum m.a. fevnur um at menna, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingartilfar), sum tey í sambandi við eina munnliga roynd skulu leggja fram fyri undirvísarum og lesandi. Stendur lesandi ikki, skal hon/hann skrivað nýggja uppgávu við somu treytum og krøvum sum hin fyrra. Freistin fyri innlatingini til endurmeting verður sett av próvstovuni.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Erla Olsen