7381.12 - Kristni og átrúnaður - lærugreinin, fakøki og fakdidaktikkur


Skeiðsnummar
7381.12
Heiti
Kristni og átrúnaður - lærugreinin, fakøki og fakdidaktikkur
ECTS
12
Fortreytir
Treytin fyri at luttaka á skeiðinum er, at tann lesandi hevur staðið 1. og 2. lestrarár á námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið á hesum skeiðið er, at lesandi seta seg inn í trý øki, ið tey, ið skulu undirvísa í kristni og átrúnaði í fólkaskúlanum, mugu hava hollan kunnleika um, t.e. endamálið og innihaldið í lærugreinini, religiónsdidaktikk og fakøkini gudfrøði og religiónsvísindi.
Innihald
• Lógar- og skúlakarmar um lærugreinina kristni • Námsætlanin í kristni og átrúnaði • undirvísingartilfar í lærugreinini • religiónsdidaktikkur (søga, sjónarmið og hættir) • innleiðsla til teologiskar vísindagreinar og religiónsvísindi.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, sjálvlestur, bólkaarbeiði, venjingar, framløgur, o.líkn. Lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna at: • greiða frá endamálinum, skipanini og innihaldinum í lærugreinini kristni í ljósinum av lógarverkinum og námsætlanini í kristni og átrúnaði • allýsa grundleggjandi hugtøk í gudfrøði og religiónsvísindi, ið eru lærarum í fólkaskúlanum viðkomandi • seta religióndidaktisk viðurskifti inn í eitt søguligt høpi • meta um ymisk religiónsdidaktisk ástøði og háttaløg við tí fyri eyga at velja hóskandi undirvísingarhættir • greina sambandið ímillum lærugreinina, gudfrøði og religiónsvísindi og religiónsdidaktikk • brúka námsætlanina,gudfrøði, religiónsvísindiogreligiónsdidaktisk ástøði, tá hon ella hann fyrireikar læruætlanir í fólkaskúlanum • kritiskt viðgera og meta um viðurskifti, ið eru lærugreinini viðkomandi í ljósinum av teimum trimum økjunum, skeiðið hevur snúð seg um
Próvtøkuháttur
Próvmetingin í skeiðinum er bygd á smærri uppgávur/royndir og eina størri uppgávu við framløgu. Fyri at standa skeiðið, skal hin lesandi standa allar uppgávurnar. Uppgávurnar eru hesar: • Smærri uppgávur: Ígjøgnum alt skeiðið fáa lesandi smærri uppgávur, hvørs endamál er at hjálpa lesandi at seta seg inn í og viðgerða fakøkini og ymsu brigdini av religiónsdidaktikki og lærugreinini í fólkaskúlanum. Hesar uppgávurnar vera lýstar nærri í skeiðinum. • Uppgáva og framløga: o Í bólki á 2-3, skulu tey lesandi skriva eina vísindaliga grein á umleið 10-15 síður um 2 leistir innnan religiónsdidaktikk (bólkurin velur annan leistin, undirvísarin hin). Greinin skal vera ein innleiðsla til báðar leistirnar, ætlað undirvísarum í kristni í fólkaskúlanum. Í greinini skulu tey lesandi fyrst greiða frá fakliga og ástøðiliga bakstøðinum í báðum leistunum og frá grundleggjandi tættum í leistunum. Síðani skulu tey lesandi samanbera og kritiskt viðgera báðar leistirnar (bæði ideologiskt og pragmatiskt). At enda skal greinin meta um, hvørt leistirnir síggjast aftur í námsætlanini fyri kristnikunnleika og átrúnað, og um hvørji undirvísingarevni teir hóska væl til. o Seinastu skeiðsvikuna, tá ið greinin er latin inn, leggja bólkarnir síni úrslit fram fyri hvørjum øðrum. Hesar framløgur skulu taka saman um høvuðsviðurskiftini í greinini og viðgera eitt ella tvey evni, ið bólkurin ynskir at samskifta við restina av flokkinum um, meira nágreiniliga. Áðrenn framløgurnar lesa bólkarnir greinirnar hjá hvørjum øðrum. Endurpróvtøka: Um lesandi ikki stendur skeiðið/partar av skeiðinum, skal hon/hann til endurpróvtøku.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Poul Fossdal Guttesen