7415.18 - Sjálvlestur - støddfrøði


Skeiðsnummar
7415.18
Heiti
Sjálvlestur - støddfrøði
ECTS
3
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi, ið mangla 3 ECTS í linjuni í støddfrøði, kunnu ogna sær vitan og førleikar í støddfrøðiundirvísing, ið tey ikki longu hava ogna sær í teimum skeiðum á linjuni, tey longu hava tikið.
Innihald
Skeiðið verður skipað í samstarvið við undirvísaran á ein slíkan hátt, at hin lesandi antin hugsavnar seg um evni og viðurskifti, ið hann antin enn ikki hevur hugsavna seg um í sínum linjulestri, ella byggir víðari á evni og viðurskifti, hann longu hevur eina grundleggjandi vitan um. Viðgerðin skal hava - ein fakligan part, ið viðgerð støðddfrøðilig vitan, ið er viðkomandi í undirvísingini í fólkaskúlanum - ein fakdidaktiskan part, ið viðgerð, hvussu ein lærari kann undirvísa í hesum evnunum, og hvussu hann kann eftirmeta undirvísingina
Læru- og undirvísingarhættir
Vegleiðing og sjálvstøðugt arbeiði
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tann lesandi duga at • grundgeva fyri hví evni tey hava valt er viðkomandi í undirvísingini í støddfrøði • greiða frá fakligu og didaktisku viðurskiftunum, ið gera seg galdandi, tá undirvíst verður í hesum evni leggja eina undirvísingarætlan í evninum til rættis
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Mikkjal Petur Fríðálvur Mikkelsen