7473.16 - Støddfrøðilig modell, hagfrøði, tillagað undirvísing og eftirmeting


Skeiðsnummar
7473.16
Heiti
Støddfrøðilig modell, hagfrøði, tillagað undirvísing og eftirmeting
ECTS
15
Fortreytir
Tað er ein fortreyt, at lesandi hava staðið : 1.og 2. lestrarár og skeiðini Tøl, roknihættir og algebra og Støddfrøðiundirvísing og geometri, og at tey innan skeiðslok hava staðið starvsvenjingina ella fingið samsvarandi starvsvenjing góðkenda.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at lesandi fáa innlit í matematiska modellering, stokastik, næmingalagaða undirvísing og eftirmeting, og læra at fyrireika, fremja og eftirmeta støddfrøðiundirvísing í fólkaskúlanum.
Innihald
Innihaldspartarnir eru: - Viðgera og meta kritiskt um námsætlanirnar - Menna modellerings-, hjálpartóla- og umboðanarførleikan, saman við einum matematikdidaktiskum perspektivi, einum praksisperspektivi og einum matematikfakligum perspektivi, – Í matematikdidaktiska perspektivinum verður fokus sett á næmingalagaða undirvísing og á næmingar við ymiskum fortreytum, trupulleikum ella málsligum avbjóðingum. Harumframt verður dentur lagdur á at leggja til rættis úrvaldar undirvísingargongdir, – Partur av praksisperspektivinum eru kanningar, greiningar og lýsing av egnari praktikk, umframt at framleiða egnar undirvísingargongdir og - tilfar – Í matematikfakliga perspektivinum verður arbeitt við funktiónum/variablum og stokastikki. Kunnleiki til ymisk vakstrarmodell er neyðugur, tí arbeitt verður ítøkiliga við modelleringsvenjingum, har kunningartøkni verður tikið uppí – Partur av innihaldinum er kunnleiki um ymiskar eftirmetingarhættir, grundgeving og nýtslu. Arbeitt verður við próvtøkum og testum í fólkaskúlanum. Ein samfastur partur av arbeiðinum við omnanfyri nevndu evnum er, at lesandi, bæði einsæris og saman við øðrum, megna at meta um avmarkingar og møguleikar í fakligum og fakdidaktiskum høpi. – Kt er samfastur partur av arbeiðinum í skeiðinum. Dentur verður lagdur á, at lesandi fáa innlit í tað nýggjasta innan KT, og hvussu hetta kann gagnnýtast í einum didaktiskum umhvørvi. Ymisk forrit til endamálið verða greinað og mett. Starvslæra er partur av skeiðinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestrar, smærri kanningar, undirvísingarvenjingar, framløgur og kjak
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu lesandi duga: - at nýta variablar og lættar funktionir og at nýta støddfrøðina til loysnir og modellering í undirvísingini, KT verður tikið uppí - at nýta ymsar uppfatanir av sannlíkindum í undirvísingini og at eftirgera (simulera) stokastiskar tilgongdir m.a. við at nýta KT - at nýta matematiskar repræsentatiónsformar við at skilja, brúka, velja og umseta ymiskar repræsentatiónsformar, herundir at skilja sambandið teirra millum og styrkir og veikleikar – at meta um møguleikar og avmarkingar í ymsum hjálpartólum – at grundgeva fyri undirvísing, som tekur hædd fyri, hvussu næmingar ogna sær vitan bæði gjøgnum munnligar, visuellar og kt-baseraðar framløgur - at fyrireika, fremja og eftirmeta motiverandi undirvísing í støddfrøði, sum fær næmingar at fordjúpa seg í støddfrøðiligum aktivitetum og kreativum virksemi.
Próvtøkuháttur
Lesandi gera eina skrivliga uppgávu (á í mesta lagi ein lesandi: 12 síður, tvey lesandi: 15 síður, trý lesandi: 18 síður fylgiskjøl undantikin), um eina ítøkiliga undirvísingargongd, sum antin er nýggj ella um eina undirvísingargongd, sum tey sjálvi hava gjørt fyrr. Uppgávan kann skrivast einsæris ella í bólki (í mesta lagi trý lesandi) Eftirmetingin verður grundað á uppgávuna og eina samrøðu um uppgávuna. Helvtin av tíðini til próvtøkuna fer til framløgu, og helvtin til kjak (ein lesandi: 30 min, tvey lesandi: 45 min, trý lesandi: 60 min) Próvtalið verður grundað á eina heildarmeting.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lesandi fáa lestrarlistan við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Harald Winther Knudsen