7563.12 - Tvørgreinaligt samstarv, handarbeiði/smíð, myndagerð og viðgerð


Skeiðsnummar
7563.12
Heiti
Tvørgreinaligt samstarv, handarbeiði/smíð, myndagerð og viðgerð
ECTS
9
Fortreytir
Lesandi skulu hava lokið “Handfaring av maskinum”, frá 1. skeiði
Endamál
Endamálið við modulinum er: • Tann lesandi skal fáa grundleggjandi kunnleika til teir møguleikar, sum liggja í at nýta fjøltáttað tilfar • Tann lesandi skal tvørfakliga og eksperimenterandi nýta øðrvísi tilfar, og reflektera yvir undirvísingarmøguleikar, sum kunnu vera innan hetta økið • Tann lesandi skal royna at sniðgeva síni hugskot og koma frá hugskoti til úrslit
Innihald
Arbeitt verður ítøkiliga við tilfariog amboðum. Relevant tilfar verður lisið, og skrivligar og munnligar reflektiónir verða gjørdar. Øðrvísi tilfar er m.a.: Glas, metal og metalfolie, finer, papp, pappír og stoff o.a. Litlæra er partur av pensuminum. Tann lesandi skal ogna sær breiða vitan um allar teir møguleikar, sum liggja í at gera lutir av øðrvísi tilfari, og fáa grundleggjandi didaktiska vitan innan økið.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað soleiðis, at skift verður ímillum fyrilestrar, vegleiðing, bundnar uppgávur, einstaklingauppgávur, felagsuppgávur og eksperimenterandi virksemi. Dentur verður lagdur á, at fáa virknar luttakarar, og roknað verður við høgum luttakaravirksemi.
Læruúrtøka
Við støði í áðurnevndu læru- og undirvísingarhættum skal tann lesandi: • Duga at arbeiða við ymiskum tilfari frá hugskoti til liðugt úrslit. • Duga at skilja og greina tey evni, sett eru í kortið til ymsu aldursbólkarnar • Vera førur fyri, á tryggan og skynsaman hátt, at leggja til rættis eina undirvísing, fremja hana, og tryggja, at næmingarnir fáa eina læruríka og haldbara heildaruppliving av lærugreinini • Gjøgnumføra designprosessina
Próvtøkuháttur
Skeiðið endar við: • Eini synopsu og einsæris framløgu fyri lærarum og/ella lesand við dømum og sjálvstøðugari framsýning Framløgan skal innihalda: • Undirvísingarupplegg • Fakligt og didaktiskt ástøði, og • Grunda (reflektera) yvir, hvussu designprocessin royndist í verki.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalisti Jenkins, Cindy: Making Glass Beads, Sterling Publishing, 2004. Jenkins, Cindy: Beads of Glass, Pyri Press, 2006. Markvad, Jørgen: Ovnformet glas, Forlaget Ydums Æbler, 2003. O´Keeffe, Jewellery making, Quarto plc, 2010. Olver, Elizabeth:Jevellery making, Apple Press, 2008. Smaakjær, Birgitte og Høgh, Svend: Farvernes ABC, 2010
Ábyrgd
Sjúrður Hansen