7589.19 - Ítróttardidaktikkur við fimleiki, liðítrótti, kropsligari og motoriskari menning


Skeiðsnummar
7589.19
Heiti
Ítróttardidaktikkur við fimleiki, liðítrótti, kropsligari og motoriskari menning
ECTS
15
Endamál
Endamál er, at tey lesandi: Læra at leggja undirvísingargongdir til rættis alt eftir aldri og menningarstigi. Læra, hvussu børn og ung mennast kropsliga og motoriskt. Læra grundleggjandi teknikk, samskifti og spælskipanir í liðítróttagreinum. Læra grundleggjandi teknikk í amboðsfimleiki og læra at røra seg til tónleik.
Innihald
Teori Ítróttadidaktikkur Námsætlanirnar til ítrótt í fólkaskúlanum Kropsligur vøkstur, motorisk, sálarlig og sosial menning Praksis Bóltspæl, amboðsfimleikur, rørsla til tónleik og grundvenjing
Læru- og undirvísingarhættir
Floksundirvísing, fyrilestrar, orðaskifti, bólkaarbeiði, ekskursiónir, starvsstovurroyndir, filmar. Kropslig venjing fyri tey lesandi. Í bólkum leggja tey lesandi undirvísing til rættis, sum tey sjálv síðan standa fyri.
Læruúrtøka
Tey lesandi: Makta evnini nevnd omanfyri undir endamáli. Gerast tilvitað um, at lærugreinin ítróttur fevnir um náttúruvísindalig, humanistiskisk og samfelagslig viðurskifti Gerast tilvitað um, at lærugreinin ítróttur eisini mennir støðisførleikarnar – at virða, at samskifta, at kanna og at skapa - hjá næmingum á øllum stigum í fólkaskúlanum.
Próvtøkuháttur
Leggja undirvísingargongd til rættis grundað á teoriir um evnið og fakdidaktiska hugsan. Greiðast skal frá hesi undirvísingargongd í eini uppgávu, umframt eini demonstratión av undirvísingargongdini. Nærri lýsing í serstøkum skjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Asbjørn Gjerset Red.: Idrættens træningslære. 3. Udg. København 2019 Magni Mohr og Svanna Hanusaradóttir: Fysiologi – Grundbók í arbeiðsfysiologi og venjingarfysiologi. Nám 2013. Jan Kahr Sørensen og Rasmus Pøckel Red: Idræt C – teori i praksis, 4. Udg. Systime 2005-2018 Helle Rønholt og Birger Peitersen Red.: Idrætsundervisning – En grundbog i idrætsdidaktik, 2. Útg. 5. Upplag. Institut for idræt, Københavns Universitet 2014