7590.16 - Tónleikaástøði og hoyrilæra


Skeiðsnummar
7590.16
Heiti
Tónleikaástøði og hoyrilæra
ECTS
10
Fortreytir
At lesandi hevur staði 1. og 2. lestrarár
Endamál
At geva teimum lesandi hollan kunnleika til grundarlagið undir allari tónlist, og við tí yvirlit yvir tónlistarligu grundkor. At skilja tónleik sum listaligt úttrykk.
Innihald
• Nótalæra • Taktsløg • Tónasløg (Kvintringin) • Tónlistalig úttrykk • Funksjónsharmonikk
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar. Loysa skrivligar uppgávur.
Læruúrtøka
Eftir at skeiðið er liðugt skala tann lesandi vera før fyri at gera smáar útsetingar til børn og ung í Fólkaskúlanum. Eisini skal tann lesandi hava ognað sær førleikar, at undirvísa í tónleiki sum eitt læringsfak. Tann lesandi skal eisini skilja harmoniskar og rútmiskar smanhangir á sínum ljóðføri, og í samanspælið, og við tí vera før fyri at læra næmingar tónleikaástøðiligar smanhangir.
Próvtøkuháttur
Við skeiðsenda skal tann lesandi til skrivliga roynd. Tann lesandi skal loysa upggávu á 4-5 síður, ið speglar uppgávurnar, ið loystar eru á skeiðinum. Tíð: 1 tími og 30 min.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Eric Taylor (1990) Music Theory in Practice 1 - 5, Edition Published by ABRSM, Revised edition 2008 Reic Taylor (1999) First Steps in Music Theory Grades 1 to 5, Edition Published by ABRSM.
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen