7604.15 - Orka og varandi orka


Skeiðsnummar
7604.15
Heiti
Orka og varandi orka
ECTS
9
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini, ella hevur staðið læraraprógv eftir gomlu skipanini.
Endamál
At lesandi ogna sær vitan, fatan og førleikar sum ger tey før fyri skynsamt at meta um spurningar og viðurskifti í smb. við orku og varandi (burðardygga) orku, og at tey megna at skipa og gjøgnumføra undirvísing í hesum evnum.
Innihald
• Kraft, arbeiði, potentiel og kinetisk orka, effekt • Orku-ringrásir í náttúruni (veður/veðurlag, vatn, CO2, N, P o.s.fr.), og grundleggjandi evna- og alisfrøðilig viðurskifti • Ymsar orkukeldur, herundir fossilar, varandi orkukeldur og burðardygd • Orkuveiting • Orkunýtsla í nærumhvørvinum (húskini, skúli, virki/vinnulív...) • Ekskursión og savnsvitjanir við orku og varandi orku sum fakligum miðdepli. Menna undirvísingartilgongd innan orku/varandi orku, har didaktisk tillaging, mediering og differentiering ger, at allir skúlanæmingar megna at vera við.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísing, upplegg og fyrilestrar frá lærarum og lesandi. Ekskursiónir innan orku/varandi orku, har ástøði og royndir frá veruleikanum ganga saman. Praksislæring gjøgnum 30 tíma langa starvslæru í smb. við orkuskeiðið. Lesandi skulu eisini sjálvstøðugt skriva eina styttri greinargerð, sum er lýst í serligum uppgávu-skjali.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi duga at: 1) greiða frá um orku, ymiskar orkuformar og formbroyti millum hesar 2) brúka hesa fakligu vitan kritiskt at meta um samfelagsliga framleiðslu, útbýting (distributión) og nýtslu av orku, og umhvørvisviðurskifti í hesum sambandi 3) duga at menna og gjøgnumføra didaktiska tilgongd, har undirvísingin tekur støði í orku og varandi orku, og sjálv(ur) gera sær metingar um alla tilgongdina
Próvtøkuháttur
Skrivlig og munnlig próvtøka. Til royndina skulu lesandi sjálvstøðugt hava skrivað eina styttri greinargerð (lýst í serligum skjali), sum sameinir faklig og didaktisk viðurskifti frá undirvísing, ekskursión og starvslæru, í eina størri eind. Við støði í greinargerðini verður eisini ein munnlig framløga partur av próvtøkuni.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Mikkjal Petur Fríðálvur Mikkelsen