7607.15 - Náttúruvísindalig háttaløg


Skeiðsnummar
7607.15
Heiti
Náttúruvísindalig háttaløg
ECTS
10
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildina
Endamál
At tey lesandi gerast kunnug við náttúrufrøðilig háttaløg og duga at nýta tey í verki, bæði til egnar kanningar og í undirvísingarhøpi, og megna við støði í náttúruvísindaligum vísindaástøði at grundgeva fyri hvørjir tættir eru neyðugir og gjørligir at taka við í kanningum
Innihald
Náttúruvísindaligt vísindaástøði, við serligum denti á Kuhn og Popper Læring á staðnum (place based learning) Kanningar av gróðri, mold, eyri, grúsi og gróti. Borgaravísindi Skrivlig og talgild dokumentasjón Dátuviðgerð innan náttúruvísindi, við serligum denti á arbeiði og royndir við hagtølum, rokniarki og dátugrunnum Skriving av akademiskum náttúruvísindaligum tekstum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, framløgur, útferðir, luttøka á vísindaverkstovum, skrivligar frágreiðingar
Læruúrtøka
1) At nýta náttúruvísindalig háttaløg í verki 2) Ástøðiliga at greiða frá náttúruvísindaligum háttaløgum 3) Kritiskt at nýta og eftirmeta náttúruvísindaligar verkætlanir í skúlahøpi
Próvtøkuháttur
Møti- og aktiv luttøkuskylda er til skeiðið. Tey lesandi skulu skriva eina skrivligari uppgávu eftir akademiskum leisti, sum er grundaður á hagtøl. Til ber at skriva í bólki. – Uppgávan skal vera á nøktandi støði. Stendur lesandi ikki, skal hann – við støði í supplerandi krøvum frá undirvísarunum – bøta um avrikið, so at tað kann metast av nýggjum. Freistin fyri innlatingini av bøttu uppgávuni verður ásett av undirvísingarleiðaranum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Chalmers, A.F. (1982/1995) Hvad er videnskab? København: Gyldendal (NB – hetta er 2. útgáva sum er týdd til danskt. 3. enska útgáva kom í 1999, og 4. útgáva kom í 2013). 271 s. Christensen, Brian Krog & Limkilde, Peter (2007) Ind i naturvidenskab. København: Gyldendal. 62 s. Fuller, S. (2003). Kuhn vs Popper. The struggle for the soul of science. Revolutions in Science .Cambridge: Icon Books, UK. 227 s. Gauch, Hugh G. Jr. (2012) Scientific method in brief. Cambridge, UK: Cambridge University Press. Kindle edition: 2390 KB – Print edition: 303 s. Tougaard, Sara & Kofod, Lene Hybel (red) (2009) Metoder i naturfag – en antologi. Hellerup: Experimentarium. 114 s. Harumframt ymsar greinar, serliga um læring á staðnum (place based learning).