7681.16 - Tað virkna barnið í skúlabúgvingini og innskúlingin


Skeiðsnummar
7681.16
Heiti
Tað virkna barnið í skúlabúgvingini og innskúlingin
ECTS
15
Fortreytir
at lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
Í hesum skeiðnum skula tey lesandi ogna sær vitan um skapandi virksemi í skúlabúgvingini og innskúlingini, har tey skula nema sær kunnleika um didaktisku tilgongdina, ið byggir á barnsins kreativitet, fantasi og spælandi tilgongd til menning og læring. Hetta við atlit til at seta barnið í miðdepilin og megna at næmingalaga tað námsfrøðiliga virksemi.
Innihald
• Virksemi í skúlabúgvingini og innskúlingini • Lógarverk, námsætlanir og didaktiskar tilgongdir • Tað kreativa og virkna barnið. • Didaktiskar avbjóðingar í barnagarði og skúla • KT-didaktikkur • Kreativitetur og innovatión í mun til menning og læring • Skapanartilgongdir saman við børnum • Estetiskar lærutilgongdir • Reggio Emilia • Einstaklingslagað menning og næmingatillagað undirvísing Verkætlanararbeiðið, sum ítøkilig lærutilgongd í barnagarði og innskúling
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, verkætlanararbeiðið verkstaðararbeiðið, bólkaarbeiðið, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðingar, eftirmetingar, starvsvenjingar og starvsvitjanir. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tengt at undirvísingarevninum. Lesandi hava møtiskyldu og luttøkuskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna at: • Greina og tulka tað formliga og óformliga virksemi í skúlabúgvingini við støði í lógarverkinum, ið er galdandi á økinum, og kritiskt lýsa, hvat eyðkennir tað kreativa og virkna barnið. • Fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta eina didaktiska og estetiska lærugongd, tá arbeitt verður við námsfrøðiligum verkætlanum, ið byggja á hugflog, kreativitet og innovatión. • Kunna greina og viðgera tað námsfrøðiliga virksemi við støði í Reggio Emilia, har hvørt einstakt barn skal læra og mennast. • Greiða frá hvussu verkætlanararbeiðið kann innganga í tað námsfrøðiliga virksemi. • Kannað tað estetsiska/didaktiska virksemi í praksis her heima og uttanlands og brúka hesar royndir í skúlabúgvingini/innskúlingini, sum fyrireiking til skúlabyrjan og í undirvísingini í innskúlingini. Tann lesandi skal megna at viðgera ástøðiliga eina synergieffekt millum skúlabúgving og skúlaøki og hvussu praksis kann fylgja við og birta undir menning og læru.
Próvtøkuháttur
Próvmetingin av skeiðnum er tríbýtt. • Tey lesandi skulu leggja eina estetiska lærutilgongd/verkætlan til rættis. Her skulu tey ger eina portfolie, ið vísir hugsanir, arbeiðshátt og tilgongd. • Tey lesandi skulu royna ætlanina í verki saman við børnum, sum koma á vitjan her á skúlanum. • Síðani skulu tey lesandi til eina munnliga próvtøku í bólki, ið tekur støði í teirra portfolie. Tey skulu svara nøkum givnum spurningum við eini framløgu og síðani verður eitt kjak. Í munnligu framløguni skulu tey lesandi bregða ástøðiliga partin, verkætlanina og starvsroyndirnar saman. Lesandi, sum ikki standa próvtøkuna, fara til endurpróvtøku. Endurpróvtøka verður lýst í serstøkum skjali.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Rúna í Skála