7691.14 - Skúlabúgving og tað virkna barnið


Skeiðsnummar
7691.14
Heiti
Skúlabúgving og tað virkna barnið
ECTS
15
Endamál
Í hesum skeiðnum skula tey lesandi ogna sær vitan um skapandi virksemi í skúlabúgvingini og innskúlingini, har tey skula nema sær kunnleika um didaktisku tilgongdina, ið byggir á barnsins kreativitet, fantasi og spælandi tilgongd til menning og læring. Hetta við atlit til at seta barnið í miðdepilin og megna at næmingalaða tað námsfrøðiliga virksemi.
Innihald
• Virksemi í skúlabúgvingini. • Lógarverk, námsætlanir og didaktiskar tilgongdir í barnagarði. • Tað kreativa og virkna barnið. • Didaktiskar avbjóðingar í barnagarði • Kreativitetur og innovatión í mun til menning og læring • Skapanartilgongd saman við børnum • Estetiskar lærutilgongdir • Reggio Emilia • Einstaklingslagað menning og næmingatillagað undirvísing • Verkstaðararbeiði sum ítøkilig lærutilgongd Verkætlanararbeiði sum lærutilgongd í barnagarðinum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, verkstaðararbeiði, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðingar, eftirmeting starvsvenjingar og starvsvitjanir. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tengt at undirvísingarevninum. Lesandi hava møtiskyldu og luttøkuskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna at: • Greina og tulka tað formliga og óformliga virksemi í skúlabúgvingini við støði í lógarverkinum, ið er galdandi á økinum, og kritiskt lýsa, hvat eyðkennir tað kreativa og virkna barnið. • Fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta eina didaktiska og estetiska lærugongd, tá arbeitt verður við námsfrøðiligum verkætlanum, ið byggja á hugfloð, kreativitet og innovatión. Kunna greina og viðgera tað námsfrøðiliga virksemi við støði í Reggio Emilia, har hvørt einstakt barn skal læra og mennast. • Greiða frá hvat verkstaðararbeiði er ástøðiliga og brúka hendan kunnleika í námsfrøðiligum virksemi - hvat ein verkstaður er, hvussu ein byggir eitt verkstað upp, endamálið við tí og hvussu tað kann innganga í tað námsfrøðiliga virksemi. • Kannað tað estetsiska/didaktiska virksemi í praksis her heima og uttanlands og brúka hesar royndir í skúlabúgvingini/innskúlingini sum fyrireiking til skúlabyrjan og í undirvísingini í innskúlingini. Tann lesandi skal megna at viðgera ástøðiliga eina synergieffekt millum skúlabúgving og skúlaøki, hvussu praksis kann fylgja við og birta undir menning og læran.
Próvtøkuháttur
Próvmetingin av skeiðnum er tríbýtt. • Tey lesandi skulu leggja eina estetiska lærutilgongd/verkætlan til rættis, • Tey lesandi skulu royna ætlanina í verki saman við børnum sum koma á vitjan her á skúlanum. • Síðan skula tey lesandi skrivað eina didaktiska uppgávu, har tey bregða átøðiliga partin, verkætlanina og starvsroyndirnar saman, sum er grundarlag fyri eini munnligari próvtøku. Lesandi, sum ikki standa próvtøkuna, fara til endurpróvtøku. Endurpróvtøka verðurlýst í serstøkum skjali.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Annika Antoniussen