7720.17 - Námsfrøðilig leiðsla, starvsfólkaleiðsla og strategisk leiðsla


Skeiðsnummar
7720.17
Heiti
Námsfrøðilig leiðsla, starvsfólkaleiðsla og strategisk leiðsla
ECTS
15
Fortreytir
At tann lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildina
Endamál
Endamálið er, at tey lesandi út frá ástøðiliga tilfarinum í skeiðinum, og møguligar egnar royndir, skulu duga at meta um, hvat tey halda vera týdningarmikið at seta á dagsskránna innan námsfrøðiliga leiðslu, starvsfólkaleiðslu og strategiskari leiðslu í skúla, dagstovni ella serstovni.
Innihald
• Støðan og tørvurin á námsfrøðiliga leiðslu • At útinna námsfrøðiliga leiðslu • Ráðgeving í námsfrøðiligum arbeiði • Leiðsla av tí dagliga námsfrøðiliga ella undirvísingarliga arbeiðinum • Leiðsla í samband við starvsfólksins námsfrøðiligu reflektiónir • Verkætlanarleiðsla av námsfrøðiligum arbeiði/undirvísing • At leiða ein bólk við bæði námsfrøðigum og hjálparfólkum/leiðsla av autonomum lærarum • Starvssetan, uppsókn og at varðveita starvsfólk • Mennandi starvsfólkasamrøður og toymissamrøður • Sjálvleiðsla og útlutað leiðsla • Strategisk leiðsla í námsfrøðiligum stovnum
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna: - at kenna aðaltættirnir í námsfrøðiligari leiðslu - at seta orð á hvussu ráðgeving, reflektión, eftirmeting og líknandi kann verða nýtt í leiðsluni av námsfrøðiligum arbeiði í dagstovni, serstovni ella skúla - at kenna aðaltættirnir í starvsfólkaleiðslu - at taka atlit til hvussu ein leiðari eigur at sýna umhugsni viðvíkjandi sínum starvsfólki tá leiðsluavgerðir verða tiknar - at kenna aðaltættirnir í strategiskari leiðslu á grundleggjandi støði at arbeiða við strategi í dagstovni, serstovni ella skúla
Próvtøkuháttur
Ígjøgnum skeiði skulu tey lesandi einsæris lata inn ein 1-2 A4 síður essay-tekst innan ávíkavist tey trý høvuðsevnini: Námsfrøðilig leiðsla, starvsfólkaleiðsla, og strategisk leiðsla. Í hvørjari av essay-uppgávunum skal tann lesandi sýna tær ásettu læruúrtøkurnar innan hvørt av høvuðsevnunum. Somuleiðis skal úrtøkan av kanningarferðini í Onglandi verða partur av einari essay-uppgávu, har tað í dømingini verður lagdur dentur á, at tey lesandi duga at taka atlit fyri hvussu úrtøkan av kanningarferðini í Onglandi kann nýtast í Føroyum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verðuyr útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Jóhannes Miðskarð