6750.21 - Føroyskt I - samskifti og mál


Skeiðsnummar
6750.21
Heiti
Føroyskt I - samskifti og mál
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til læraralestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið er, at tann lesandi fær eina greiða fatan av, hvussu móðurmálið virkar sum ein grundleggjandi partur av samskifti manna millum á ymiskum pallum. Eisini tvørgangandi. Endamálið er somuleiðis, at tann lesandi sjálvstøðugt megnar at gruna um málsligar spurningar og samskifta um hesar bæði í undirvísingarhøpi í skúlanum og í fakligum høpi millum starvsfelagar.
Innihald
Skeiðið er í sjey høvuðspørtum. Hvør partur hevur sítt egna evnisinnihald. Partarnir byggja á hvønn annan, og teir verða leinkjaðir sum frá líður. Partarnir eru hesir: a. Tær fimm samskiftismentanirnar b. Málbroyting og málrøkt c. Málamót og grannamál d. Máltøkni og hjálpiamboð e. Málføri og nøvn f. Mállæra og málærufrálæra g. Skrivaða málið og eftirmetingar
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, cooperativar undirvísingartilgongdir, evnisarbeiði, arbeiði við útvaldum casum, kjakbólkar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, ymiskar skrivivenjingar, einstaklings- og bólkaframløgur.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at • greiða frá málsligari menning í einum søguligum samskiftishøpi • greiða frá sambandinum millum føroyskt og grannamálini • greina málsligar broytingar og rák í føroyskum • meta um málnýtslu á ymiskum samskiftispallum • brúka og meta um gagnliga nýtslu av tøki og serstakliga máltøkni í einum undirvísingarligum høpi • grunda yvir og kjakast um málslig evni í einum undirvísingarligum høpi • at stíga fram og halda stytti framløgur um málslig evni
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er í trimum pørtum. Lesandi skal: - Í eini framløga um eitt tillutað málsligt evni miðskeiðis í skeiðstíðarskeiðnum vísa hegni at handfara málsligar spurningar. - Í eini poddvarpframleiðslu ætlað hádeild fólkaskúlans viðgera og leggja fram eitt málsligt evni frá undirvísingini á skeiðnum. Nærri lýsing av treytunum verður gjørt í samstarvi við undirvísaran. - Í eini stuttari skrivligari frágreiðing greiða frá teimum valum gjørd eru í poddvarpsframleiðsluni, og hvussu royndirnar kunnu brúkast í eini undirvísingargongd í hádeild fólkaskúlans. Tey, ið ikki standa royndina, fara til endurpróvtøku eftir jólafrítíðina 2021. Í sambandi við endurpróvtøkuna hevur tann lesandi rætt til eina munnliga vegleiðing.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tit fáa lestrarlista, tá skeiðið byrjar. Lestarlistin verður tillagaður eftir tørvi.
Ábyrgd
Páll Isholm