7065.19 - Funktiónir, hagfrøði og líkindi


Skeiðsnummar
7065.19
Heiti
Funktiónir, hagfrøði og líkindi
ECTS
15
Fortreytir
Fortreytir At lesandi hevur staðið Støddfrøði grundskeið, fyrra part og annan part.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi at undirvísa í støddfrøði upp til 10. floksstig.
Innihald
Innihald Funktiónir: • funktiónshugtakið, herundir umboðsformar og grundleggjandi funktiónir • ymsir vakstrarmyndlar, sum verða brúktir í ítøkiligum modeleringsvenjingum • didaktikkur og hugtaksmenning í smb. við modellering og støddfrøði í nýtslu. Haggfrøði: • savna og greina hagtøl við myndum og hagfrøðiligum lýsingartølum. Líkindi: • líkindaøki og kombinatorikkur • binomialbýti. Alment: • avmarkingar og møguleikar í fakligum og fakdidaktiskum samanhangum • ymsir arbeiðs- og hugsunarhættir, við denti á kreativar eksperimenterandi tilgongdir • leggja til rættis undirvísingargongdir og viðgera møguleikar við næmingalagaða undirvísing • viðgera og meta um undirvísingartilfar • KT er partur av arbeiðinum á skeiðinum og dentur verður lagdur á, hvussu KT kann nýtast í einum didaktiskum umhvørvi.
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestur, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna at: • Undirvísa eftir galdandi námsætlan fyri støddfrøði í fólkaskúlanum upp til 10. floksstig • Fyrireika undirvísingargongdir, umframt at meta um hesar og eftirmeta tær • Fyrireika og fremja motiverandi og hugkveikjandi undirvísing í støddfrøði • Skilja, brúka, velja og umseta millum ymsar umboðsformar (repræsentationsformer) • Hugsa matematiskt og argumentera matematiskt innan vald evni • Finna og greina grundleggjandi faklig og fakdidaktisk viðurskifti • Meta um møguleikar og avmarkingar í sambandi við nýtslu av einum breiðum úrvali av hjálparamboðum, herundir KT.
Próvtøkuháttur
Gjøgnum skeiðið hava tey lesandi framløgur og smærri skrivligar uppgávur, sum skulu vera svaraðar og góðtiknar fyri at standa skeiðið. Skrivlig próvtøka eftir lokið skeið.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Hans Jørgen Beck et.al, Matematik for Lærere Grundbog 1A, 2008, Grundbog 1B, 2009, við tilhoyrandi arbeiðsbókum, og Matematik for Lærere Grundbog 3, 2012, Gyldendal. Pernille Pind, Matematik for alle – Håndbog i matematikundervisning 1.udgave 2009, Forlaget Pind og Bjerre. Morten Blomhøj, Fagdidaktik i matematik, 2016, Frydenlund. Harumframt supplerandi tilfar.
Ábyrgd
Rúna Hilduberg