7066.19 - Samansparing og lán, eftirmeting og starvslæra


Skeiðsnummar
7066.19
Heiti
Samansparing og lán, eftirmeting og starvslæra
ECTS
10
Fortreytir
At lesandi hevur staðið 1. og 2. skeið á Støddfrøði linjulestur.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi at undirvísa í støddfrøði upp til 10. floksstig. Málið við starvslæruni er at royna undirvísing og at leggja til rættis samansettar og fjølbroyttar undirvísingargongdir.
Innihald
Samansparing og lán: • framskriving, nominel og effektiv renta • annuitetssamansparing • seriulán og annuitetslán. Starvslæra: • eygleiða og eftirmeta støddfrøðiundirvísing. • fyrireika undirvísingargongdir og tilfar • grundgeva fyri undirvísing, bæði úr fakligum, fakdidaktiskum og almenn didaktiskum sjónarmiðum • meta um undirvísing, bæði úr fakligum, fakdidaktiskum og almenn didaktiskum sjónarhorni.
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestur, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna at: • Undirvísa eftir galdandi námsætlan fyri støddfrøði í fólkaskúlanum upp til 10. floksstig • Fyrireika undirvísingargongdir, umframt at meta um hesar og eftirmeta tær • Fyrireika og fremja motiverandi og hugkveikjandi undirvísing í støddfrøði • Skilja, brúka, velja og umseta millum ymsar umboðsformar (repræsentationsformer) • Hugsa matematiskt og argumentera matematiskt innan vald evni • Finna og greina grundleggjandi faklig og fakdidaktisk viðurskifti • Meta um møguleikar og avmarkingar í sambandi við nýtslu av einum breiðum úrvali av hjálparamboðum, herundir KT. Í starvslæruni skal hin lesandi vísa, at hon ella hann megnar at: miðla sína fakligu vitan • brúka faklig amboð saman við næmingunum • brúka ymsar arbeiðshættir • leggja undirvísingina á eitt hóskandi torleikastig • brúka ymsar rættleiðingar- og eftirmetingarhættir
Próvtøkuháttur
Innlating av logbók og skrivlig uppgáva, sum bæði skal innihalda fakliga og praktiska ástøðiliga viðgerð og hugleiðing.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Hans Jørgen Beck et.al, Matematik for Lærere Grundbog 1A, 2008, Grundbog 1B, 2009, við tilhoyrandi arbeiðsbókum, og Matematik for Lærere Grundbog 3, 2012, Gyldendal. Pernille Pind, Matematik for alle – Håndbog i matematikundervisning 1.udgave 2009, Forlaget Pind og Bjerre. Morten Blomhøj, Fagdidaktik i matematik, 2016, Frydenlund. Harumframt supplerandi tilfar.
Ábyrgd
Rúna Hilduberg