7310.17 - Nýtíðar Evropas- og heimssøga


Skeiðsnummar
7310.17
Heiti
Nýtíðar Evropas- og heimssøga
ECTS
15
Fortreytir
Staðið 1. og 2. lestararár. 4. árslesandi skulu hava staðið B.Ed. verkætlanina.
Endamál
Høvuðsendamálið við skeiðinum er at arbeiða seg fram til eina sjálvstøðuga fatan av høvuðsgongdini í Evropas søgu eftir 1800, og at seta hetta í samband við nøkur av høvuðsrákunum í heimssøguni í sama tíðarskeiði. Eisini verður gongdin í Føroya søgu í sama tíðarskeiði sett í samband við gongdini úti í heimi. Harumframt verður komið inn á, hvussu hetta kann síggjast aftur í søgu/samtíðarundirvísing fólkaskúlans.
Innihald
At fáa breiðan kunnleika um grundleggjandi samanhangir í evropiskari søgu og heimssøguni í tíðarskeiðinum. Komið verður m.a. inn á hesi evnir: Franska kollveltingin, borgarligu kollveltingar í Evropa í 19. øld, modernitetur, (national)-romantikkur, Fyrri heimsbardagi, millumkrígstíðin, Seinni heimsbardagi, bipolaritetur eftir 1945, ungdómsuppreisturin 1968, multipolaritetur eftir 1990, støðan eftir 11/9 2001. Høvuðsverkið verður analýserað m.a. út frá: Spurdómur, partsspurdómar, tesis, avmarking, sjónarhorn (búskaparlig, sosial, mentanarlig og politiskt) søgusýni/-fatan, metingarhættir, skrivistílur, høvuðsniðurstøða, perspektivering (m.a. kronologisk og geografisk), umframt egnar metingar av hesum. Eisini verður komið inn á hvørjir møguleikar liggja í at brúka talgilda søguundirvísing í fólkaskúlanum (Sjúrður Ravsfjall). Harumframt verður gjøgnumgingið – út frá Erik Lund (2009): Historiedidaktiki En håndbok for studenter og lærerer Universitetsforlaget, Oslo – nakrar av høvuðstættunum í nýmótans søgudidaktikki.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, upplegg, kjak, kelduvenjingar, analýsuuppgávur og viðgerð, umframt venjingar í at leita fram og viðgera søguheimildir.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skulu tey lesandi: • Hava eina breiða vitan og fatan av gongdini í Evropas/heimssøguni eftir uml. 1800 • Verða før fyri at meta um og viðgera søguskriving. • Verða før fyri skrivliga at viðgera spurdómar út frá givnum heimildir • Verða før fyri at seta spurningar til søgulig tíðarsskeið og evni. • Duga úr frá heimildunum at skjalprógva (dokumentera) og viðgera søguligar spurdómar. • Verða før fyri at tulka heimildir og grundgeva fyri egnum niðurstøðum
Próvtøkuháttur
Skeiðið verður eftirmettvið spurnartýrdari skrivligari uppgávu, sum talgild verður latin inn ikki seinni enn fríggjadagin 19. januar kl. 15.00. Lesandi kunnu skriva einsærir (8-10 síður, bókmentakrøv 3-400 síður) ella í bólki - tó í mesta lagi tveir luttakarar - (16-18 síður, bókmentakrøv 6-800 síður). Avrikið verður, við innanseturs eftimeting, mett sum: Staðið / ikki staðið. Freistin at velja evni er vika 49. Fyrsta vegleiðing er í viku 50, onnur vegleiðing í viku 2 og triðja og seinasta vegleiðing er týsdagin 16/1.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Høvuðsverkið í skeiðinum er: Berntson et.al (2011): EUROPA 1800-2000. Roskilde Universitsforlag, 2011. Harumframt fjølritað tilfar, sum lagt út á Moodle sohvørt. Tikið úr: McKay et.al. (2013 Ninth Edition): A History of World Socities. New York a.o.
Ábyrgd
Dagbjartur Debes